Næsti dystur

Klaksvíkskappingin 2010

KÍ - ÍF

leygardagin 13. mars kl. 13.00

 

Vodafonedeildin

AB

0

0

0

0
B36 0 0 0 0
B68 0 0 0 0
B71 0 0 0 0
EB/Str. 0 0 0 0
FC Suðuroy 0 0 0 0
HB 0 0 0 0
ÍF 0 0 0 0
NSÍ 0 0 0 0
Víkingur 0 0 0 0
Kalendari
Mars 2010
M T M H F L S
1 2 3 4 5 6 7
8 9 10 11 12 13 14
15 16 17 18 19 20 21
22 23 24 25 26 27 28
29 30 31 1 2 3 4

Venjingardysturin ÍF - HB


Skrivað hevur Palli Vang
Týsdagur, 09 Mars 2010 21:11
Print
E-mail

Venjingardystuirin í kvøld í millum ÍF og HB, endaði við 3-2 sigrið til HB.

ÍF var á odda 2-0 tá tað var fari til hálvleik.

Fyri ÍF skutu Andy Olsen og Fritleif í Lambanum málini.

 

 

2. deild byrjar aftur at venja


Skrivað hevur Ólavur Larsen
Mánadagur, 08 Mars 2010 09:48
Print
E-mail

Nógv hevur verið tosa um, at altíð stendur okkurt á if.fo um venjingarnar hjá 2. deild, men tað er sjálvandi tí kavin hevur darva alla planlegging í ár, so vónandi heldur kavin seg vekk frá nú og líka til jólar. 2. deild byrjar at venja aftur í kvøld, mánakvøld 8. mars kl. 18.00, og vónandi fáa vit nógv gott fólk at møta upp á vøllinum. Arbeitt verður við venjaraspurninginum, og undirritaði er í forhandlingum um venjingardystir í løtuni. Alt hetta hoyra tit nærri um til venjing í kvøld.

Vónandi møta nógvir mans upp, nú kavin er farin og nýtt fótbóltsár stendur fyri skotum.

Vit síggjast á vøllinum kl. 18.00.

Seinast dagført (Mánadagur, 08 Mars 2010 09:56)

 

Eysturoyar Kappingin, fyrsti dagur


Skrivað hevur Ólavur Larsen
Leygardagur, 06 Mars 2010 17:25
Print
E-mail

Leingi hevur verið bíða eftir fótbólti á vallunum kring landið, vegna sera tjúkkan og drúgvan kava kring alt Føroyar. Í dag hava so tveir dystir verið á skránni í Fuglafirði, tí Eysturoyar Kappingin byrjaði í dag. Fyrsti dystur var kl. 11.00 ímillum NSÍ - Víking, og gjørdist støðan 1-1 eftir 90 minuttir, við málum frá Finni Justinussen og Heðini á Lakjuni. Síðani var brotssparkskapping og har gjørdist Víkingur vinnari, og tí skal NSÍ leika um 3. og 4. pláss í morgin. Seinni dystur var ímillum B68 - ÍF, og tann dysturin endaði somuleiðis 1-1, við málum frá Andy Olsen og Oddur Højgaard. Leggjast kann afturat, at B68 leikarin, Ndende, sá reytt eftir eina heldur ógvusliga takkling miðskeiðis í seinna hálvleiki. ÍF vann brotssparkskappingina 4-2 eftir at ÍF málverjin, Eyðun Madsen, tók 2 brotsspørk. Tískil skal B68 leika um 3. og 4. pláss ímóti NSÍ í morgin kl. 14.00, og ÍF skal leika finaluna ímóti Víkingi kl. 16.00.

Sigast má, at sunnudagurin verður sera spennandi í Fuglafirði, tí ikki minni enn tvær lokaluppgerðir skulu leikast uppá 4 tímar.

 

Lutakast um Løgmanssteypi


Skrivað hevur Palli Vang
Mánadagur, 08 Mars 2010 22:39
Print
E-mail

Í sendingini 3-2 í kvøld var lutakast um, hvør skal leika í móti hvørjum um Løgmanssteypi.

Fyrsti dysturin hjá okkum verður á útivølli í móti vinnarinum av FF Giza - Undri.

Vit skullu leika leygardagin 27.03.

 

Eysturoyar Kappingin, næsti dagur


Skrivað hevur Ólavur Larsen
Sunnudagur, 07 Mars 2010 19:34
Print
E-mail

Næsti dagur í Eysturoyar Kappingini var í dag, og skráin sá eisini sera spennandi út. Fyrst skuldu NSÍ - B68 spæla um 3. og 4. pláss, og har gekk tað hart fyri seg frá fyrsta bríksli. Dagfinn Olsen dømdi dystin og mátti í eldin beinanvegin, tí nýggi B68 áleyparin, Camara, bleiv feldur í NSÍ brotsteiginum, og har var einki annað hjá Dagfinni at gera enn at døma brotsspark. Camara tók sjálvur brotssparkið og skeyt bóltin trygt í netið til 1-0 til B68. Nakrar minuttir seinni, var Dagfinn aftur noyddur til at taka eina stóra avgerð, tí Jens Joensen hjá NSÍ gjørdi eina heldur ógvuslioga takkling, og tí mátti hann taka reyða kortið úr lummanum og vísa Jens av vøllinum. Løtu seinni legði ungi toftamaðurin, Oddur Højgaard, B68 á odda 2-0 og nakað áðrenn hálvleik økti Camara um leiðsluna til 3-0 til B68. B68 hevði leikligu yvirvágina í fyrra hálvleiki, men NSÍ settu seg eitt sindur meir á dystin í seinna hálvleiki, og Jonhard Fredriksberg minkaði eisini um munin til 3-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið av dystinum um 3. og 4. plássið. Í stuttum var dysturin ikki serliga poleraður, men bæði liðini bardust fyri sakini og bakkaðu bestemt ikki fyri hvørjum øðrum. Venjararnir fingu eisini roynt teir flestu leikararnar, og tá er tað sera torført at fáa tað flótandi spælið at koyra.

Finalan bleiv spæld beint eftir dystin um 3. og 4. plássið, og har var talan um enn eina lokaluppgerð, nevnliga ímillum ÍF - Víking. Ikki var so øgiliga nógv at skriva heim um í fyrra hálvleiki, tí spælið var minni gott hjá báðum liðum, og ikki vóru nógvir málmøguleikar. Bárður Mortensen dømdi finaluna, og nakrar minuttir áðrenn hálvleik sendi hann Niclas Niclasen og Rógva Jacobsen útum at køla seg niður eina løtu, tí teir høvdu smábeistast eitt sindur meðan teir bíðaðu eftir einum hornasparki - teir komu tó báðir innaftur til byrjanina av 2. hálvleiki. Fyrri hálvleikur endaði 0-0. ÍF kom betri frá byrjanini av 2. hálvleiki, og løgdu seg á odda eftir hornaskark, har Høgni Zachariassen var hægstur og skallaði bóltin handan Geza Turi í Víkinga málinum. Nakrar minuttir seinni bleiv ein Víkingaleikari feldur í ÍF brotsteiginum, og so floytaði Bárður fyri brotssparki til Víking. Finnur Justinussen var settur at taka. Finnur traðkaði fram til bóltin og skeyt til sína vinstru síðu, men har hevði Jákup Mikkelsen longu blaka seg og skumpaði bóltin framvið baklinjuni - ein sera góð bjarging frá Jákupi. Víkingur kundi havt javna, men í staðin legði ÍF seg á odda 2-0, eftir sera gott spæl frá ÍF'arunum. Ein høg sending var løgd á høvdið hjá Rógva, sum sendi Andy leysan í vinstru síðu; Andy tamdi bóltin væl, tók eini tvey trekk og skrúvaði bóltin upp í handara horn. 2-0 gjørdist eisini endaliga støðan, og tískil vann ÍF Eysturoyar Kappingina 2010. Í stuttum var fyrri hálvleikur sera ópoleraður og illa spældur, við nógvum fríspørkum og steðgum í spælinum, meðan 2. hálvleikur var rímuliga væl spældur frá báðum síðum. ÍF'ararnir vóru farligari á degnum, og tí var tað ikki ófortjent at teir vunnu í dag. Atli Larsen handaði steypið vegna P/F Petur Larsen (gevari av steypinum), og Høgni Zachariassen tók ímóti steypinum sum liðskipari hjá ÍF. Talan er um eitt ferðasteyp, so Eysturoyar Kappingin skal vinnast trý ár í trekk, ella vinnast 5 ár av sama liðið, áðrenn tað verður vunnið til ognar.

ÍF liðið sá soleiðis út í fyrra hálvleiki: Jákup - Uni, Poul, Høgni, Rúni - Fritleif, Alex, Karl, Andy - Dánjal, Rógvi. ÍF liðið í seinna hálvleiki: Jákup, Áki, Poul, Kaj, Høgni - Nenad, Fritleif (Ari), Karl (Sverri), Andy (Atli) - Øssur, Rógvi. Óla Jákup kom ikki inn í dystinum, og fleiri aðrir manglaðu í dag: Jákup, Jan og Eyðun vóru skaddir, meðan Frank er staddur uttanlands.

ÍF takkar Víkingi, NSÍ og B68 fyri luttøkuna í ár, og vónar at liðini eru áhugaði í at luttaka í Eysturoyar Kappingini aftur komandi ár. Eisini takkar ÍF dómarunum fyri luttøkuna: Dagfinn Olsen, Jan á Líðarenda, Johnleif Gerðisá, Alex Troleis, Bárður Mortensen, Kristian Sofus Petersen og Hagbard Joensen.

Alt í alt, ein sera væl eydna kapping, ið verður leikt á hvørjum árið framyvir.

ÍF liðnum verður ynskt hjartaliga tillukku við steypinum.

 

 

 
?>
Høvuðsstuðlar
Stuðlar