ÍF takkar Red Dragons PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Sunnudagur, 08 August 2010 12:07

ÍF Steypafinalan

Mynd: Kjartan Madsen, Dimmalætting

Eftir 1-0 tapi ímóti EB/Streymi í finaluni í steypakappingini, var tað sera tungt at hugsa positivt, men vit kunnu í veruleikanum hugsa positivt um tað heila. ÍF'ararnir spældu ein góðan dyst, og góvu EB/Streymi skarpan gang, so dysturin kundi fari báðar vegir - tó fór dysturin til EB/Streym hesaferð. Uttanfyri vøllin var eisini ein stór kapping, har fjepparafeløgini, Málið og Red Dragons, kappaðust um stuðla sínum liðið. Har var so ongantíð nakar ivi, hvør vann ta kappingina, og Red Dragons fekk eisini heiðurin sum 1'ari uttanfyri vøllin frá Bláu Bylgjuni, ið skipaðu fyri kapping ímllum áskoðararnir. Fyri hetta vann Red Dragons okkurt leskiligt frá Føroya Bjór, og 30 atgongumerki til Føroyar - Serbia dystin tann 3. september. Stuðulin ið Red Dragons gav ÍF liðnum fríggjakvøldið, er heilt greitt tann dyggasti stuðulin ÍF leikararnir hava fingið frá Red Dragons síðan tað bleiv stovnað. Um áskoðararnir kunnu halda fram við at stuðla liðnum so væl, fer tað heilt sikkurt at lyfta leikararnar í hvørjum einasta dysti, so vónandi møta tit øll upp til dystirnar ið eru eftir av kappingini.

 

Vegna ÍF leikarar, venjarar og nevnd vilja vit takka tykkum øllum, fyri sera dyggan stuðul til finaluna um Løgmanssteypið. Tað rakk ikki hesaferð, men um vit halda fram, fer tað heilt sikkurt at geva úrslit.

 

KOYR Á ÍF!!!

Seinast dagført Sunnudagur, 08 August 2010 12:40
 
Bussur til Klaksvíkar kl. 16:00!! PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Hósdagur, 05 August 2010 20:36

Til øll tey, ið ikki hava tíð at koma við "SAM", hava vit fingið ein buss at koyra tykkum til Klaksvíkar. Bussurin fer frá Mentanarhúsinum kl. 16:00. Kostnaður við bussinum er 30,-

 

Øll sum hava goldið fyri ferðing kunnu sjálvi velja, um tey fara við bussi ella "SAM"

 

Kom so ÍF!!!

 
ÍF-fjeppar við "SAM" PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Hósdagur, 05 August 2010 18:15

Hey allir ÍF-fjepparar!!! (...og tit, ið fjeppast við ÍF í morgin)

Vit hava leiga "SAM" úr Fuglafirði til Klaksvíkar í morgin! Komi í góðum hýri og møti upp nóg tíðliga, tí bert er pláss fyri 115 fólkum umborð!

Kl. 12:00: Vit fara at sessast á torginum við Mentanarhúsið og fara spakuliga at gera okkum klár til steypafinaluna haráleið. Her kunnu fleiri atgongumerkir keypast, ÍF-ting s.s. hattar, húgvur, blusur, parykkar, turrikløð, fløgur o.a.
Øll, ið hava áhuga, verða málað reyð og hvít (eisini tey, ið ikki hava áhuga ;))
Kl. 13:30: Tey 115 fyrstu fara ay ganga yvir á kai'ina og sigla við "SAM" til Klaksvíkar.
Kl. 13:45: Siglt verður

- Bussar koyra fólkini, ið eru eftir í Fuglafirði inn til Klaksvíkar

Kl. 14:45: Lagt verður at í Klaksvík og skrúgonga verður inn á økið - Flagspallin - har upphiting til steypafinaluna verður kl. 16:00. Allir ÍF-fjeppar sleppa inn á økið til hetta tiltak - sjálvt um mann ikki hevur atgongd til festivalin.
Atgongumerki til fríggjadag kunnu keypast við inngongdina til festivalin, um hugur er til tess. Kostnaður 500,-

Uml. kl. 17:15: Fari verður inn á stadion! Tak besta hýri nakrantíð við og gloym ikki ÍF klæðini, sangirnar og rópini!!!

Kl. 18:00: ÍF vs. EB/Streymur


Spread the word!

Seinast dagført Hósdagur, 05 August 2010 18:18
 
Stórt fjepparatiltak!!! PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Týsdagur, 03 August 2010 22:52


Fjepparakapping millum ÍF og EB/Streym


Í sambandi við finaluna um Løgmanssteypið skipar fjepparafelagið hjá KÍ - Bláa Bylgjan - fyri fjepparakapping millum fjeppararnar hjá ÍF og EB/Streymi. Vinningar latnir av Føroya Bjór, Summar Festivalinum og FSF eru til tað besta fjepparafelagið umframt teir einstøku sermerktu áskoðararnar.

Les meira
 
Atgongumerki til Steypafinaluna!! PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Týsdagur, 03 August 2010 22:23

Mynd: Kjartan Madsen, Dimmalætting

Atgongumerki til ÍF skýlið til Steypafinaluna eru til sølu mikudagin frá kl. 19.00 - 22.00 í John's Café (Tasjuni). Tey kosta 100 kr. pr. stk. og bert 270 stk. eru til sølu - først til mølle!! Eisini selja vit eina rúgvu av nýggjum og flottum merchandise, og tú kanst tekna teg til transport til Klaksvíkar fríggjakvøldið :-) Møtið fjølment!!!

KOYR Á ÍF!!!

Seinast dagført Týsdagur, 03 August 2010 22:31
 
« StartPrev12345678910NextEnd »

Page 3 of 18

Næsti dystur

Mán, 13 Sep 2010 18:00 
NSÍ
NSÍ
: ÍF
ÍF

Stigatalva

Vodafonedeildin
   MDP
NSÍ NSÍ202140
HB HB201338
EBS EBS202034
VÍK VÍK201234
5  ÍF ÍF20634
B36 B3620327
B68 B6820-523
B71 B7120-3017
FCS FCS20-1914
10  AB AB20-2111

Seinasta umfar

Vodafonedeildin
Frí, August 20, 2010
NSÍNSÍ - EBSEBS 0 : 0
Sun, August 22, 2010
ABAB - ÍFÍF 1 : 4
VÍKVÍK - B71B71 5 : 0
HBHB - B68B68 1 : 0
FCSFCS - B36B36 2 : 1
Facebook Fanbox 1.5.x.0

Høvuðsstuðlar

Stuðlar


Powered by Joomla!. Designed by: Free Joomla Template, m6.net reviews. Valid XHTML and CSS.