Heimasíðan fingið nýtt snið PDF Print E-mail
Skrivað hevur Palli Vang   
Týsdagur, 13 Juli 2010 23:39

Sum tit síggja, so hava vit fingið nýtt snið á heimasíðuni.
Við tað at henda umleggingin er í gongd, so verða ymiskar funktiónir og annað órógva í hesum sambandið.
Vit vóna ikki at henda umleggingin fera at órógva ov nógv.
Vónandi taka tit væl í móti hesari nýggju heimasíðu.

 
ÍF - AB Livescore PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Leygardagur, 03 Juli 2010 15:55

ÍF byrjunaruppstilling: Jákup - Kaj, Poul, Høgni, Jan - Dánjal, Fritleif, Frank, Andy - Nenad, Øssur
Bonkur: Eyðun, Áki, Ari, Sverri og Bjarki

 

Les meira
 
Varmakeldudysturin ÍF - AB er fluttur PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Hósdagur, 01 Juli 2010 21:28

Dysturin skuldi leikast leygardagin 3. juli kl. 15.00, men verður í staðin leiktur leygardagin 3. juli kl. 17.00.

Aftaná dystin verður brotssparkskapping á vøllinum fyri børn, ung og vaksin. Eisini verður tónleikakafé, hoppiborgir, ballónsøla, ymsikir tivolibásar og mangt annað hugnaligt í bygdini um vikuskiftið. Kom til Fuglafjarðar og hugna tær á Varmakeldu! :-)

 
Nýggjur ÍF sangur!! PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Týsdagur, 29 Juni 2010 23:04

So hava fuglfirðingar gjørt enn ein ÍF sang. Hesaferð eru tað Eyðun Larsen og Regin Toftegaard, ið hava smíða eitt lag saman, meðan Sámal Matras Kristiansen hevur skrivað orð og Bárður á Lakjuni syngur sangin. Sangurin eitur: "ÍF, vit rópa ÍF"

"ÍF, vit rópa ÍF" kann hoyrast við at trýsta á hesa leinkjuna: http://www.id8.dk/IF/

 

Vit eru sera takksom fyri henda sera góða ÍF sangin, og vóna at øll taka væl íimóti honum. Takk fyri, Eyðun, Regin, Sámal og Bárður.

Seinast dagført Týsdagur, 29 Juni 2010 23:14
 
ÍF - B36 Livescore PDF Print E-mail
Skrivað hevur Ólavur Larsen   
Sunnudagur, 27 Juni 2010 14:07

ÍF uppstilling: Eyðun - Fritleif, Uni, Høgni, Jan - Dánjal, Frank, Karl, Andy - Nenad, Øssur
Bonkur: Jákup, Poul, Áki, Ari og Sverri
Dómari: Rúni Gaardbo

Dysturin er byrjaður

10 min: Einki stórvegis er hent enn

12 min: Jóan Pauli skjýtur illa út eftir høgt press frá ÍF, bólturin endar hjá Nenad sum smekkar til út ímóti stongini, men Jóan Pauli fær akkurát fingrarnar á og út til hornað

14 min: Frank skjýtur fríspark úr 22 metrum, hann bombar til, men bólturin er ov mitt á Jóan Paula, sum fær trýst bóltin uppum málið

15-20 min: ÍF hevur havt tveir stórar málmøguleikar, men neyvleikin manglar

21-25 min: B36 hevur havt tveir stórar málmøguleikar, men Eyðun hevur bjarga væl í málinum

26 min: 0-1 til B36 - Eftir ping pong spæl uttanfyri 16 meturin hjá ÍF, fær Bárður Olsen bóltin, hann skjýtur uppum Eyðun úr 20 metrum við vinstra beinið

36 min: 0-2 til B36 - Hjalgrím driblar til baklinjuna, leggur innfyri í ein trunka av fólkið, har setur Christian R. Mouritsen fótin á, so er 0-2

45 min: Andy leggur væl innfyri, har Dánjal skallar beint við síðunar av

Hálvleikur 0-2! ÍF byrjaðu betri og sóu rímiliga upplagdir út, men eftir hálvan fyrra hálvleik tóku B36 yvir, og hava verið farligara liðið í fyrra hálvleiki. 

68 min: 0-3 til B36 - Ein B36 leikari kemur leysur í brotsteiginum í vinstru síðu, linjuverjin koyrir flaggið upp fyri offside, B36 leikarin smekkar til alíkavæl og setur bóltin í málið. Øll halda tað er offside, sjálvt allir B36 leikararnir, men Rúni Gaardbo dømir mál og allir leikararnir standa sum eitt spurnartekin..

70 min: Karl fer út fyri Ari

72 min: Andy leggur væl innfyri til Øssur, sum leggur bóltin við bringuni á 16 metur strikuni, smekkar til, men Jóan Pauli bjragar upp í yvirleggjaran og niður á strikuna - sera óheppi at hann ikki fór inn.

74 min: Jan kemur til innlegg í vinstru, leggur væl innfyri til Nenad, sum skjýtur eftir nærmaru stong, men Jóan Pauli bjargar

79 min: 0-4 til B36. Hesaferð var tað eitt einmandsavrik av Róaldi Jacobsen. Hann driblar mitt ígjøgnum ÍF verjuna og setur bóltin framvið Eyðun í ÍF málinum 

80 min: Dánjal fer út fyri Sverra

85 min: Hjalgrím Elttør kemur leysur í høgru, smekkar til, men Eyðun bjargar væl uppum málið

87 min: 0-5 til B36. Hjalgrím kemur væl til baklinjuna í vinstru, leggur innfyri, men ÍF'ararnir fáa ikki rudda vekk og endin er at Magnus Olsen smekkar bóltin í málið til 0-5!

Dysturin endaði 0-5. ÍF'ararnir vóru úrlætnir í dag, og liðið hekk ikki saman sum ein eind. Tá B36 fingu 3-0 málið, var dysturin so gott sum liðugur og ÍF leikararnir vóru mótleysir restina av dystinum. Keðiligt at tapa, men 0-5 var óneyðuga nógv.

Komandi leygardag er síðsti Vodafonedystur hjá ÍF í fyrru hálvu, tá vit taka ímóti AB í Fuglafirði. Tá er eisini Varmakleda á skránni, so vit vóna at síggja nógvar áskoðarar í góðum stevnuhýri á Fløtugerði. Meir verður at frætta seinni um Varmakelduna.

Seinast dagført Sunnudagur, 27 Juni 2010 15:52
 
« StartPrev12345678910NextEnd »

Page 5 of 18

Næsti dystur

Mán, 13 Sep 2010 18:00 
NSÍ
NSÍ
: ÍF
ÍF

Stigatalva

Vodafonedeildin
   MDP
NSÍ NSÍ202140
HB HB201338
EBS EBS202034
VÍK VÍK201234
5  ÍF ÍF20634
B36 B3620327
B68 B6820-523
B71 B7120-3017
FCS FCS20-1914
10  AB AB20-2111

Seinasta umfar

Vodafonedeildin
Frí, August 20, 2010
NSÍNSÍ - EBSEBS 0 : 0
Sun, August 22, 2010
ABAB - ÍFÍF 1 : 4
VÍKVÍK - B71B71 5 : 0
HBHB - B68B68 1 : 0
FCSFCS - B36B36 2 : 1
Facebook Fanbox 1.5.x.0

Høvuðsstuðlar

Stuðlar


Powered by Joomla!. Designed by: Free Joomla Template, m6.net reviews. Valid XHTML and CSS.