Royndur leikari skriva sáttmála við ÍF

Vit vilja viđ hesum avdúka, at tilgongd er komin til ÍF hópin og talan er um sera royndan leikara úr bestu føroysku deildini.
28 ára gamli Dion B. Splidt er komin til felagiđ úr KÍ, iđ hann leikti viđ seinasta kappingarár, men er upprunaliga úr AB, har hann hevur roynt seg næstan øll vaksnu árini í føroyskum fótbólti.
Fyriuttan KÍ í fjør var hann í bestu deildini saman viđ B68 í 2011 og samanlagt gevur hetta Dioni 135 dystir og 19 mál í bestu deildini.
Í næstbestu deildini hevur hann spælt 70 dystir og skoti 25 mál.
Dion hevur mest veriđ nýttur sum áloypandi vongur, men hevur sera nógvar dygdir, iđ gera hann til ein kandidat á heilt nógvum plássum á liđnum.
Heilt sikkurt ein styrkur til hópin og vit ynskja honum vælkomnan til Fuglafjarđar, og vælkomin til felagiđ.