Måned: april 2018

Intersport Summar Cup 2018

Leygardagin og sunnudagin 7. og 8. juli 2018 skipar B36 aftur fyri Intersport Summar Cup. Kappingin er ein barna- og ungdómskapping, har dentur verður lagdur á bæði tað ítróttarliga eins og tað sosiala, ið øll børn og ung í Føroyum kunnu fáa gleði av og sum kann skapa vinabond tvørtur um feløgini.
Hetta er fimta árið, at B36 skipar fyri Intersport Summar Cup og ætlanin er, at hetta skal vera eitt afturvendandi summar tiltak, ið børn og ung kunnu gleða seg til hvørt ár.

Sum nakað nýtt, so verður kappingin hjá U11, U13 og U15 skipa yvir tveir dagar, har tað eisini verður møguligt hjá liðum at gista í Tórshavn. U7 og U9 kappingarnar vera bert leygardagin 7. juli.
Afturat sjálvari fótbóltskappingini verður eitt eventøkið, har øll, sum luttaka í kappingini, kunnu hugna sær og hava ein steðg frá fótbóltsdystunum og stuttleika sær saman við vinum og kenningum. Møguleiki er svimja og bowla ókeypis hendan dagin.
Les meira um kappingina og melda til á www.summarcup.fo.

U15 dreingirnir vant saman við fótbóltsmennara

Í fjør setti FSF 4 fótbóltsmennarar. Endamálið við fótbóltsmennarunum, er fyrst og fremst at hjálpa føroysku feløgunum, so tey kunnu tryggja øllum spælarunum,
heilt frá teimum yngstu og upp eftir, so góðar venjingarumstøður sum tilber ið skulu verða við til at menna fótbóltin runt í feløgunum.
Øssur Hansen er ein av fótbóltsmennarunum.
Í dag var hann og vitjaði í Fløtugerði og vóru U15 dreingirnar sum vandu saman við honum.
Venjingin í dag var: Positiónsspæl (renna og spæla í tóm øki)

Jóhann Højbro úttikin til U15 landsliðið

Øssur Hansen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U15-hópin við dreingjum, sum í mai fer til Esbjerg Elite Cup í Danmark.
Við landsliðinum fer okkara Jóhann Højbro.
Týsdagin 8. mai fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til kapping í Esbjerg í Danmark.
Talan er um Esbjerg Elite Cup, har lið úr Danmark og fleiri av hinum norðanlondunum luttaka.
Sjálv kappingin verður spæld í døgunum 9. til 12. mai, og hesar dagarnar skal føroyska liðið spæla seks dystir.
Mótstøðuliðini vera Vejle BK, B93, Ready IF, AHIF og Kvarnby IF, og síðani verður endað við plaseringsdysti.