Í apríl og mai mánaða fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri dómaraskeiðum kring landið.
Ætlanin er at skipa fyri so nógvum skeiðum sum tilber, og skeiðini verða, so vítt gjørligt, úti í feløgunum.
Skeiðini verða skipaði sum kvøldskúli. Tað merkir, at undirvíst verður trý ella fýra kvøld í alt, eitt ella tvey kvøld um vikuna. Hvørt kvøld verður undirvíst í 4 tímar. Øll útbúgvingin tekur vanliga umleið 15 tímar.
Undirvísarar vera Niklas á Líðarenda, Lassin Isaksen, Petur Reinert, Jóhan Petur Michelsen, Rói Jacobsen og Tummas Pauli Olsen.
TILMELDING
Tilmeldingin til FSF Dómaraskeiðið fer fram í Nethandilinum hjá FSF (https://www.atgongumerki.fo/fsf/).
NÆR
Í samráð við títt felag, ella feløgini í tínum nærumhvørvi, verður nærri avtalað, nær skeiðið verður hildið. Um tú í verandi løtu ikki ert tilknýttur nøkrum felag, verður avtalað gjørd við teg, nær og hvar tað passar tær best at luttaka.
HVAR
Í tínum felag, ella í nærumhvørvinum hjá tær, alt eftir hvussu nógv melda til. Skeiðini í Havn verða hildin í FSF-húsinum.
KOSTNAÐUR
Vanliga kostar FSF Dómaraskeiðið 1.000 krónur, men í 2018 verða skeiðini ókeypis.
Meira fæst at vita um skeiðini við at venda sær til Lassin Isaksen á teldupost [email protected] ella á tlf. 291980.