Jóhann Højbro úttikin til U15 landsliðið

Øssur Hansen, landsliðsvenjari, hevur úttikið U15-hópin við dreingjum, sum í mai fer til Esbjerg Elite Cup í Danmark.
Við landsliðinum fer okkara Jóhann Højbro.
Týsdagin 8. mai fer føroyska U15-landsliðið við dreingjum til kapping í Esbjerg í Danmark.
Talan er um Esbjerg Elite Cup, har lið úr Danmark og fleiri av hinum norðanlondunum luttaka.
Sjálv kappingin verður spæld í døgunum 9. til 12. mai, og hesar dagarnar skal føroyska liðið spæla seks dystir.
Mótstøðuliðini vera Vejle BK, B93, Ready IF, AHIF og Kvarnby IF, og síðani verður endað við plaseringsdysti.