Måned: april 2018

Lutakastið hjá U15 dreingjum – Cadburysteypi

Okkara U15 dreingir sloppu beinleiðis til fjórðingsfinaluna.
Tað eru 13 lið í kappingini og koma 3 lið komu beinleiðis í 1/4 finaluna.
Av teimum 3 liðinum vóru vit eitt av teimum 😊
Fyrst var lutakast um hvørji 10 lið skuldu møta hvørjum øðrum.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at vit koma at møta 07 Vestur á heimavølli.
Hesin dysturin verður 26 mai.

Ongin dómari, ongin dystur. Kom á dómaraskeið

Í apríl og mai mánaða fer Fótbóltssamband Føroya at skipa fyri dómaraskeiðum kring landið.

Ætlanin er at skipa fyri so nógvum skeiðum sum tilber, og skeiðini verða, so vítt gjørligt, úti í feløgunum.

Skeiðini verða skipaði sum kvøldskúli. Tað merkir, at undirvíst verður trý ella fýra kvøld í alt, eitt ella tvey kvøld um vikuna. Hvørt kvøld verður undirvíst í 4 tímar. Øll útbúgvingin tekur vanliga umleið 15 tímar.

Undirvísarar vera Niklas á Líðarenda, Lassin Isaksen, Petur Reinert, Jóhan Petur Michelsen, Rói Jacobsen og Tummas Pauli Olsen.

TILMELDING
Tilmeldingin til FSF Dómaraskeiðið fer fram í Nethandilinum hjá FSF (https://www.atgongumerki.fo/fsf/).

NÆR
Í samráð við títt felag, ella feløgini í tínum nærumhvørvi, verður nærri avtalað, nær skeiðið verður hildið. Um tú í verandi løtu ikki ert tilknýttur nøkrum felag, verður avtalað gjørd við teg, nær og hvar tað passar tær best at luttaka.

HVAR
Í tínum felag, ella í nærumhvørvinum hjá tær, alt eftir hvussu nógv melda til. Skeiðini í Havn verða hildin í FSF-húsinum.

KOSTNAÐUR
Vanliga kostar FSF Dómaraskeiðið 1.000 krónur, men í 2018 verða skeiðini ókeypis.

Meira fæst at vita um skeiðini við at venda sær til Lassin Isaksen á teldupost [email protected] ella á tlf. 291980.

Tilmeldingardagur 14.04.18

Tilmeldingardagur hjá ÍF-Fótbóltur verður Í Turkihúsinum leygardagin 14.04 á ovara hædd

KL.10 Tombola
KL.10 Thomas Dam Intersport Ítróttur
KL.11 Høvuðungdómsvenjarin kemur at greiða frá ungdómsfótbóltinum
Kaffi og okkurt aftur við, verður til keyps

Minst til at koma at gjalda fyri lima- og luttøkugjald fyri 2018