Måned: maj 2018

Spennandi fótbóltur

Lyfta í felag

Fótbóltur man óivað vera tann ítróttargrein, ið dregur flestar áskoðarar til sín.
Áskoðararnir, ið sóu dystin millum Liverpool og Real Madrid, vóru mangir.
Eisini í okkara lítla landi, vóru mong, ið sótu frammanfyri sjónvarpsskíggjan og eygleiddu teir mongu fótbóltssnillingarnar, ið har vóru at síggja.
Hóast vit hava sæð hesar mongu stjørnurnar, spælt fram úr góðan fótbólt, so dámar okkum at síggja okkara egnu spælarar, ið ikki koma stjørnunum til kníggja, tí teir eru okkara, og vit hava eina serliga kenslu fyri teimum.

Fótbóltskappingin í bestu deildini í Føroyum gerst alsamt meira spennandi sum tíðin líður, tí mong óvæntað úrslit koma, ið eingin hevði droymt um. Men er tað ikki júst tað, ið ger kappingina spennandi. Hesaferð varð tað NSÍ, sum vann á B36 í Havn – á liðnum, sum ikki hevur tapt nakran dyst í longri tíð.
KÍ liðið hevur verið heldur trilvandi í seinastuni, men í dag smyrja teir føroyameistararnar av heili 3-0 – og enntá í Gøtu.
07 vestur vinnur 4-1 á Skála, ið hevur roynst væl í ár.
Einki ber til at rokna nakað út frammanundan, men er tað ikki júst tað, ið ger kappingina spennandi ?

Hóast okkara ÍF lið spælir í næstbestu deildini, so stuðla vit fuglfirðingar liðnum – teir eru okkara lið.
Leygardagin spældi ÍF liðið móti næstbesta liðnum hjá Skála, t.e. í næstbestu deildini.
Okkara lið spældi fyri stuttum móti B 68 á Toftum, og vóru so avbukaðir heili 8-1. Hvussu kundi tað bera til ?
ÍF liðið vann heili 7-0 á Skála í Fuglafirði – ein sigur, ið var fult uppiborin. Ikki tí, skálaliðið spældi seg fram til fleiri málmøguleikar, men neyvleikin vantaði.

Tað kom mongum fuglfirðingi dátt við, tá okkara lið mátti fara niður í næstbestu deildina – talan var jú um flaggskip okkara. Men tað eiga vit ikki at taka okkum so nær, tí tann dagur liggur ikki so fjart, tá ið vit fara upp í aftur bestu deildina. Vit eiga nógvar ungar og dugnaligar spælarar, ið megna at flyta liðið longur upp, men spurningurin er bara, nær ?
Er tað altavgerandi at liðið flytir upp í ár, ella … ?
Liðið skal flyta upp, tá ið ungu spælarar okkara eru búnir at flyta upp og hava spæligleðina við sær.

ÍF leiðslan hevur gjørt sær stóran ómak, at stuðla ungdómsarbeiðið, ið eg vil vissu, tori at siga, fer at kasta av sær, um ikki so langa tíð. ÍF felagið ger eitt stórt ungdómsarbeiði, og tað er eitt røtt raðfesting.
Latum okkum øll, ið eru góð við ítróttin, stuðla okkara felagi, so byrðarnar verða bornar av fleiri. Tað er so nógv lættari at lyfta í felag.

Signar

Fritleif 300 dystir

Í góðveðrinum í gjár, í móti Skála, leikti Fritleif dyst nr. 300 fyri ÍF.

Hann spældi sín fyrsta dyst 9 mars í 2003, tá var hann bert 16 ár, hettar var dystur um Løgmanssteypi í móti AB í Fuglafirði.

Fritleif hevur higartil spælt 386 dystir í vaksamannadeildini.

Til lukku Fritleif 🙂

 

U15 dreingirnir í semifinaluni

U15 hjá ÍF vann seg í semifinaluna í steypakappingini í gjárkvøldið.

07 Vestur vitjaði í Fløtugerði fyri trettan døgum síðani, tá vunnu gestirnir 5-0.

Gestirnir komu eisini á odda, men eftir bert trimum minuttum hevði okkara lið vent dystinum til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Málini hjá okkum skoraði Rúnar Joensen.

Hálvfinalan verður spæld 16. juni í Fløtugerði og mótstøðuliðið verður annaðhvørt KÍ ella Víkingur.

Leygardagin var ÍF vertur fyri kapping hjá U8 dreingir

Leygardagin var kapping í bólki B í Fuglafirði, tey luttakandi liðini vóru:

ÍF a – EB/Streymur b & c – 07/Vestur b – Víkingur a – B36 c & d.

Nøkur videobrot  frá leygardegnum 🙂

http://www.youtube.com/watch?v=SP4xP2HbPHs&feature=youtu.be

 

Úrslitini vóru hesi:

Umfar Dystir Úrslit
Umfar 1 EB/S b – EB/S c 6-2
Víkingur a – B36 d 6-0
B36 c – ÍF a 2-0
Umfar 2 Víkingur a – B36 c 4-1
ÍF a – EB/S. B 3-1
EB/S. c – B36 d 5-1
Umfar 3 B36 b – B36 c 2-1
EB/S b – Víkingur a 1-1
ÍF a – EB/S c 0-2
Umfar 4 ÍF a – Víkingur a 1-1
EB/S b – B36 d 2-0
B36 c – EB/S c 1-6
Umfar 5 B36 c – EB/S b 0-9
EB/S c – Víkingur a 0-1
B36 d – ÍF a 0-4

ÍF/Víkingur kvinnurnar taptu tepurt

1. hálvfinalan millum EB/Str./Skála og ÍF/Víking, endaði við einum teprum sigri 2-1 til EB/Str/Skála.

Seinni dysturin verður í Gøtu 3. juni.

Min.
Hending
Mál
EBS/Skála
ÍF/Víkingur
18′
1-0
Birna Mikkelsen
29′
2-0
Birna Mikkelsen
38′
2-1
Jensa Tórolvsdóttir
52′
Sigrid Petersen
75′
Margunn Lindholm
89′
Arnborg Lervig

 

Nýggjur leikari skriva sáttmála við ÍF

ÍF hevur skrivað sáttmála við 30 ára gamla Hjartvard Hansen úr Víkingi.

Hjartvard hevur leikt 112 dystir í bestu deildin og 104 í 1. Deild.

Tilsamans hevur hann spælt 241 dystir íroknað dystir um Løgmanssteypi og Europa Legaue.

Vit ynskja Hjartvard vælkomin til okkum og ynskja honum góða eydnu.