Måned: juni 2018

Dystarfrásøgn ÍF – B68

ÍF liðið var tað betra
Tað fall mongum fyri bróstið, tá ið ÍF liðið tapti 6-1 móti B68 á Svangaskarði. Hesa skommina vildi ÍF liðið vaska av sær í heimadystinum, sum varð spældur í gjár.
Dysturin var ikki góður, tí hvørki av liðunum løgdu seg eftir at spæla góðan og vakran fótbólt, men bæði liðini høvdu sett sær fyri at vinna dystin. Mangan leikaði hart á, og dómarin fekk seg royndan.
ÍF liðið spældi betur, so at siga allan dystin. Tað gekk ikki leingi, so eydnaðist tað fuglfirðingum at fáa fyrsta málið, ið Bogi Reiner syrgdi fyri.
B68 misti ikki móti av tí, men settu meira ferð á spælið, men uttan úrslit.
B68 liðið spældi seg til onkran málkjansin, men neyvleikin vantaði, og málmaðurin hjá ÍF hevði ongar trupulleikar at bjarga skotunum, ið høvdu røttu kósina.
Tað sást týðuliga, at ÍF liðið var ikki nøgt við at vinna við einum máli, og liðið arbeiddi væl og ágrýtið. Kjansirnir vóru fleiri, men illa gekst at fáa nakað burturúr.
Ta einu ferðina stóð Dion frammanfyri opnum B68 málið, men skotið fór við síðuna av.
B68 liðið stríddust eisini væl, men illa gekst at fáa spælið at hanga saman. Rætt skal verða rætt, B68 spældi seg eisini til ein upplagdan kjans, ið teir lørkaðu burtur.
Hóast liðini stríddust av øllum alvi, so komu ikki fleiri mál, og ÍF hevði megnað at vaska skommina frá fyrra dystinum av sær og fara av vøllinum við einum 1-0 sigri.
Úrslitið ber í sær, at ÍF liðið eru nú komið upp á triðja plássi í næstbestu deildini og útlitini til uppflyting í bestu deildina, eru ikki so fjar.
Eitt sum vit fuglfirðingar kunnu fegnast um, er, at fleiri ungir spælarar hava fingið møguleikan at roynt seg í bestu deildini hjá ÍF, og teir hava roynst væl og fara at mennast uppaftur meira, sum tíðin líður.

Skriva hevur Signar á Brúnni

U17 dreingirnir vildu ikki standa aftanfyri 1. deild

U17 dreingirnir leiktu mikukvøldið í móti Skála, úrslitið var at teir vunnu 7-0.

Støðan í hálvleikinum var 3-0.

Málini fullu soleiðis:

5′  Bjarti J. Højbro 1-0
14′  Tóri Nolsøe Olsen 2-0
38′  Meinhard Bogason Lamhauge 3-0
52′  Tóri Nolsøe Olsen 4-0
62′  Heri Jøkladal 5-0
76′  Tóri Nolsøe Olsen 6-0
84′  Noah Mneney 7-0