Måned: september 2018

Jenny R. Petersen úttikin til U15 landsliðið

Landsliðsvenjari hjá U15-gentunum, Øssur Hansen, hevur úttikið hópin, sum frá 6. til 11. oktober fer at taka lut í Copa Saint Vincent í Barcelona.

Í millum tær 18 ið eru úttiknar til U15 landsliðið er Jenny R. Petersen.

Talan er um kapping, ið er fyri lið úr øllum heiminum.

Vit ynskja henni góða eydnu 🙂

Jóhan Højbro úttikin til U15 landsliðið

Venjarin hjá U15-landsliðnum við dreingjum, Øssur Hansen, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 17. til 21. oktober fer til Liktinstein, har tveir venjingardystir eru á skránni.

Millum teir 18 ið eru úttiknir er Jóhan Højbro.

Báðir dystirnir verða í býnum Ruggell, og spælt verður 18. og 20. oktober.

Vit ynskja Jóhan góða eydnu 🙂