Venjarin hjá U15-landsliðnum við dreingjum, Øssur Hansen, hevur úttikið hópin, sum í døgunum 17. til 21. oktober fer til Liktinstein, har tveir venjingardystir eru á skránni.
Millum teir 18 ið eru úttiknir er Jóhan Højbro.
Báðir dystirnir verða í býnum Ruggell, og spælt verður 18. og 20. oktober.
Vit ynskja Jóhan góða eydnu 🙂