U15 dreingirnir hava vunnið sín bólk

Hóast ein dystur eftir av kappingini, so er longu greitt, at U15 dreingirnir hava vunnið sín bólk. Talan er um B-bólkin.

Í fyrri helvt kappaðist ÍF við B68 og AB um uppflyting til A-bólkin, har B68 dróg longsta stráið, men AB tapti uppflytingardystin ímóti HB b.

Síðani B-bólkurin byrjaði aftur 2. juni, so hevur ÍF verið flúgvandi, hóast fleiri av dystunum hava verið sera spennandi.

Mikukvøldið møtti ÍF Skála á Skála í einum útsettum dysti. Tá 9 minuttir vóru leiktir, tá hevði ÍF skorað fýra ferðir og endaði við at vinna 5-0.

Fyrri dysturin ímóti Skála endaði 2-0 til ÍF, sum skoraði bæði málini síðst í dystinum.

Fyrra dystin ímóti 07 Vestur vann ÍF 4-1. Seinni dysturin varð leiktur í Fløtugerði og gjørdist sera spennandi. Leingi førdi 07 Vestur 2-1, men í yvirtíðini javnaði fyrst miðverjin, Petur Meinhard, til 2-2 og so eydnaðist tað høgra bakki, Klein, at skora avgerandi málið til 3-2.

Dystirnir ímóti AB hava verið sera tættir og havt løgna vend. Fyrra dystin førdi ÍF 3-0, men tapti 3-6 og í seinna dystinum førdi AB 2-0, men mátti lúta 2-4 fyri hartarbeiðandi ÍF liðnum.

ÍF hevur vunnið báðar dystirnar ímóti Suðuroyarliðnum uttan dyst.

Komandi leygardag stendur B71 fyri skotum á Sandi. Fyrra dystin vann ÍF 4-0 í Fløtugerði.

Hesir hava mannað ÍF liðið: Dávid Petersen og Líggjas Heðinsson (málmenn). Ulrich Klein Beltran, Rógvi Matras, Petur Meinhard Lundsbjerg, Bjarti Højbro (liðskipari), Martin Bogason Lamhauge, Jóhann Højbro (U15 landsliðsleikari), Jákup í Lambanum, Aron Kensson, Liam Hjaltason, Jógvan Torkilsson og Rúnar Johnsson (toppskjútti við 16 málum). Frá U13 hava Markus á Lakjuni, Eyðun Beder og Bergtór á Dalbø Gregersen eisini verið við.