Måned: oktober 2018

Dystarfrásøgn ÍF-Giza/Hoyvík

Hvad bagdi ÍF í seinna hálvleiki ?

So vann ÍF á Gisa Hoyvík í Fløtugerði í dag, sum samstundis varð seinasti heimadystur hjá okkara liði í ár.
Hóast ÍF liðið er komið upp í bestu deildina, so hevur liðið stríðst fyri at vinna allar dystirnar, ið eftir eru.
Fyrra hálvleik spældi okkara lið væl, og hevði fult uppiborið sigurin 2-0 í steðginum.
Fyrsta málið skeyt Jann, næsta Ari, ið var eitt vakurt mál.
Stutt eftir at dómarin hevði bríkslað seinna hálvleik í gongd, eydnaðist tað 17 ára gamla Tóri at fáa triðja málið.
Nógv bendi á, at tað fór at gerast ein stórsigur hjá heimaliðnum, men so bleiv ikki.
ÍF liðið hevði eitt skot á tvørstongina, ið ungi evnaríki Tóri skeyt, og nakað seinni rakti Ari stólpan.
Einar fýra ferðir høvdu fuglfirðingar upplagdar málmøguleikar, ið teir lorkaðu burtur – heilt ófatiligt fyri eitt so gott lið.
Nakað inn í seinna hálvleik, tók Gisa Hoyvík yvir, liðið varð nú nógv ágrýtnari enn okkara lið, og tað gav úrslit.
Teimum eydnaðist at fáa tvey mál og okkurt bendi á, at teimum fór at eydnast at fáa javnleik. Teir stríddust og strevaðust, men triðja málið fingu teir ikki.
ÍF liðið vísti lítið og einki í seinna hálvleiki, og mangir vóru áskoðararnir, ið spurdu: Hvat bagir okkara liði ?
Dysturin endaði við 3-2 til fuglfirðingar.
Seinasti dysturin verður á Sandi komandi fríggjadag.
Okkara vón er, at liðið spælir, sum tað spældi fyrra hálvleik í Fløtugerði, so gerst úrslitið gott og ein góður endi í kappingini 2018.

Skriva hevur Signar á Brúnni

Noah Mneney úttikin til landsliðið

Noah er úttikin til U17-landsliðið

Í døgunum 18. til 27. oktober skal U17-landsliðið við dreingjum til innleiðandi EM-undankapping í Makedónia. Umframt Føroyar og vertslandið, vera Ísrael og Spania eisini við í kappingini.

Í summar tók U17-landsliðið lut í Norðurlandameistarakappingini, ið Føroyar vóru vertur fyri. Áki Johansen hevði stutt frammanundan tikið við starvinum sum venjari, og sæð í ljósinum av hesum, er hann væl nøgdur við avrikið hjá dreingjunum, sum endaðu nummar seks av teimum átta luttakandi londunum í NM-kappingini.

Vit ynskja Noah góða eydnu 🙂

 

Eykaaðalfundur

ÍF kallar inn til eykaaðalfund, av tí nevndin ikki bleiv fultmannað til nevndarvalið.

Á skráð: val av fundarstjóra og skrivara og val av nevndarlimið.

Fundurin verður 15 okt kl 20.00 í hølum felagsins.