Assistkongurin heldur fram

Andy Olsen hevur undirskrivað nýggjan sáttmála, sum merkir, at hann eisini í 2019 verður partur av ÍF hópinum.

33 ára gamli søldfirðingurin er helst ein av royndastu leikarunum í landinum. Hann hevur spælt 347 dystir í bestu deildini og skorað 72 mál.

Fyri ÍF hevur Andy spælt 187 dystir, skotið 38 mál og lagt upp til 47 mál. Andy er tann leikarin, sum hevur lagt upp til flest mál fyri ÍF – hann liggur frammanfyri Dánjal (41) og Ari (39). Andy fer undir sítt 9. ár í ÍF, tá kappingarárið 2019 fer av bakkastokki. Hóast Andy ikki er uppvaksin í felagnum, er hann tann leikarin sum hevur leikt 12. flestar dystir fyri felagið.

Vit fegnast um avtaluna og ynskja Andy tillukku við sáttmálanum.

Hagtølini eru frá FaroeSoccer.