Evnaríkur leikari heldur fram

Pól Jákup Lundsbjerg hevur undirskrivað sáttmála við ÍF fyri komandi tvey kappingarárini. 17 ára gamli fuglfirðingurin hevur í ár fingið sínar fyrstu dystir fyri besta liðið hjá ÍF. Hann spældi tilsamans 14 dystir, har hann legði upp til 1 mál.

Spennandi verður at síggja unga leikaran sleppa at royna seg millum teir bestu, tá liðið í komandi ár skal spæla í Betrideildini.

Vit fegnast um avtaluna og ynskja Pól Jákup tillukku við sáttmálanum.