Hanus verður fysiskur venjari

Hanus Eliasen hevur undirskrivað nýggjan sáttmála, sum er galdandi fyri 2019. Sáttmálin inniber, at Hanus, umframt at verða leikari, kemur at standa fyri fysiska partinum av venjingunum. Hanus er 34 ár og útbúgvin fysioterapeutur.

Á vøllinum hevur hann drúgvar royndir har hann m.a. var við til at vinna greipuna við EB/Streymi í 2008. Hann hevur tó fyri tað mesta umboða barndómsfelagið í Fuglafirði.

Hagtølini siga, at hann hevur spælt 181 dystir, skorað 34 mál og lagt upp til 5 mál fyri ÍF.

Vit fegnast um avtaluna og ynskja Hanus tillukku við sáttmálanum.

Hagtølini eru frá FaroeSoccer.