Sámal hevur skrivað undir

Sámal Joensen hevur undirskrivað ein 2 ára sáttmála fyri kappingarárini 2019 og 2020.

21 ára gamli kambsdalsbúgvin fekk veruliga sítt gjøgnumbrot á miðvøllinum hjá okkum í ár.

Sámal hevur spælt 23 dystir, skorað 2 mál og lagt upp til 7 mál hesi tvey árini hann hevur spælt við besta liðnum hjá okkum.

Vit fegnast um avtaluna og ynskja Sámal tillukku við sáttmálanum.