Ari í 2019 og 2020

Ari Ólavsson Ellingsgaard av Kambsdali hevur longt um sáttmálaskeiðið, so tað nú rennur til endan av 2020.

Tekniski spælarin av Kambsdali fór annars til EB/Streym til hetta kappingarárið. Í hálvuni vendi hann heim aftur, og náddi í ár at spæla 10 dystir fyri okkum, sum allir úrslitaðu í sigri.

Hóast unga aldurin á 25 ár, má Ari metast sum ein royndur leikari í føroyskum fótbólti við sínum 181 dystum í Betrideildini. Fyri okkum hevur hann spælt 179 ferðir, skotið 26 mál og lagt upp til 39 mál.

Vit fegnast um avtaluna og ynskja Ara tillukku við sáttmálanum.

Hagtølini eru frá FaroeSoccer.