Tóri Traðará heldur fram

Tóri Traðará hevur undirskrivað 2 ára sáttmála, sum er galdandi fyri 2019 og 2020.

22 ára gamli fuglfirðingurin fekk eitt slag av gjøgnumbroti á besta liðnum hjá okkum í ár. Hann stóð í mál í 20 dystum og lat 21 mál ígjøgnum.

Tóri hevur tilsamans spælt 25 dystir fyri besta liðið hjá okkum – harav teir 5 í Betrideildini.

Vit fegnast um avtaluna og ynskja Tóra tillukku við sáttmálanum.