So hevur enn ein Tóri undirskrivað við ÍF. Hesaferð er talan um Tóra Nolsøe Olsen.
17 ára gamli kambsdalsbúgvin fekk sínar fyrstu dystir fyri besta liðið hjá okkum í ár.
Evnaríki leikarin spældi í ár 4 dystir, skjeyt 1 mál og legði upp til 1 mál.
Talan er um 2 ára sáttmála, sum er galdandi fyri 2019 og 2020.
Vit fegnast um avtaluna og ynskja Tóra tillukku við sáttmálanum.