Í dag kunnu vit kunngera, at Henry Heinesen hevur undirskrivað sáttmála við ÍF.
Henry er úr Klaksvík, og hevur altíð spælt við KÍ. 30 ára gamli leikarin hevur spælt 95 dystir í bestu deildini, og skorað 15 mál.
Henry kann røkja nógv pláss á vøllinum, men hevur fyri tað mesta spælt á sentrala miðvøllinum og sum miðverji.
Vit fegnast um avtaluna, og ynskja Henry hjartaliga vælkomnum til felagið.
Hagtølini eru frá FaroeSoccer, og myndina eigur Tobinators.com.