ÍF legenda skrivar sáttmála

Í kvøld kunnu tey gleðiligu boð berast, at okkara egni Fritleif í Lambanum hevur skrivað undir sáttmála fyri 2019.

Fritleif varð herfyri, á ÍF-veitsluni, heiðraður fyri at hava leikt sín dyst nummar 300, fyri besta liðið hjá ÍF.

Annars kann sigast, at Fritleif hevur spælt heili 276 dystir í bestu deildini, og skotið 5 mál.

Vit fegnast um avtaluna, og ynskja Fritleif tillukku við sáttmálanum.

Hagtølini eru frá FaroeSoccer.