Måned: januar 2019

Aðalfundur

ÍF hevur aðalfund í ÍF húsinum 6 febr. kl. 20.00

Skrá fyri fundin:

  1. Val av fundarstjóra.
  2. Val av skrivara.
  3. Granskoðarur roknskapur.
  4. Ymist.

Dávid Langgaard til ÍF

Fuglafjørður er ein spennandi fótbóltsleikara ríkari, nú tað frættist úr KÍ, at Dávid Langgaard hevur skrivað undir við ÍF. Vit vilja við hesum vátta tíðindini.

23 ára gamli leikarin av Norðoyri kann røkja nógv pláss á vøllinum. Í fjør mannaði hann miðverjuna hjá KÍ í 1. deild saman við Henry Heinesen, sum fyrr í vetur kom til ÍF. Hóast Dávid fyri tað mesta spældi á verjukendum plássum í fjør, so eydnaðist tað honum at skora 9 mál í 16 dystum. Dávid hevur altíð spælt fyri barndómsfelagið KÍ, og higartil er tað blivið til 21 dystir í bestu deildini. Harumframt hevur Dávid spælt 2 U-21 landsdystir fyri Føroyar.

Vit gleða okkum at síggja Dávid í reyða búnanum og ynskja honum hjartaliga vælkomnum til felagið.

Koyr á ÍF!

Her er Betri Deildin 2019 hjá monnum

Aftur í ár verður talan um eina drúgva kapping í Betri Deildini hjá monnum. Fyrsta umfar verður spælt sunnudagin 10. mars. og ikki fyrr enn 26. oktober verður FM-steypið handað handað.

Um góðar tveir mánaðar fer bólturin aftur á rull í Betri Deildini hjá monnum. Fyrsta umfar verður sunnudagin 10. mars, og síðani verða fimmtan umfør á skránni, áðrenn kapppingin fer í summarsteðg sunnudagin 30. juni.

Dagin fyri ólavsøkuaftan verður lagt til brots aftur, tá 16. umfar verður spælt. Ólavsøkudystirnir í ár verða AB – EB/Streymur, B36 – Víkingur og HB – TB. Hinir báðir dystirnir í 16. umfari eru Skála – ÍF og NSÍ – KÍ.

Landskappingin í Betri Deildini hjá monnum endar leygardagin 26. oktober, og tá hittast liðini soleiðis: Skála – EB/Streymur, AB – HB, TB – Víkingur, B36 – KÍ og NSÍ – ÍF.

Øll skráin fyri Betri Deildina 2019 hjá monnum sæst her: Betri Deildin menn 2019

Venjaratoymið styrkt

Ólavur Larsen heldur fram sum hjálparvenjari og Jákup Mikkelsen legst aftrat sum málmans- og hjálparvenjari. Ikki kann sigast annað, enn at tað eru tveir sera týðandi persónar fyri ÍF, sum í dag leggjast aftrat venjaratoyminum.

Hóast sín unga aldur á 35 ár, hevur Ólavur verið felagnum ein dyggur stuðul í nógv harrans ár, bæði sum leikari, formaður og venjari. Í næstum fer Ólavur undir A-venjara útbúgvingina hjá FSF, sum er eitt krav fyri at verða venjari í bestu føroysku deildini. Spennandi verður at fylgja venjaraleiðini hjá Ólavi í framtíðini.

Jákup er eisini ein sera væl kendur maður í Fuglafirði. Tá snakkað verður um leikarar við legendustatus, so kann ikki hyggjast burtur frá Jákupi. Jákup spældi við ÍF frá 2010 til 2014, og var tí við til at vinna øll tey fýra silvurheiðursmerkini vit fingu hesi árini. Jákup var eisini uttan iva ein av størstu grundunum til at tað gekk so væl hesi árini. Longu í 2015 var Jákup aftur í felagnum, hesaferð tók hann yvir sum venjari teir síðstu fýra dystirnar av kappingarárinum. Tað mesta av 2016 og 2017 var Jákup høvuðsvenjari hjá okkum.

Venjaratoymið er nú uppá pláss við Hegga Samuelsen (høvuðsvenjari), Ólavur Larsen (hjálparvenjari), Jákup Mikkelsen (hjálpar- og málmansvenjari) og Hanus Eliasen (fysiskur venjari).

Vit í ÍF eru sera væl nøgd við hesa samansetingina, og ynskja teimum alt tað besta.

Koyr á ÍF!