Måned: februar 2019

Gundur til ÍF

Í dag kunnu vit bera tíðindini, at Gundur Ellingsgaard Petersen hevur undirskrivað sáttmála við ÍF fyri kappingarárið 2019.

18-ára gamli fuglfirðingurin hevur tað mesta av sínum ungdómsárum spælt við ÍF. Tey seinastu árini hevur Gundur búð í Íslandi, har hann hevur spælt við Valur í Reykjavík. Hann hevur tey seinastu árini verið við partur av U-landsliðum, og stendur m.a. skrivaður fyri 10 U17 landsdystir.

Sum leikari er Gundur kvikur og góður á bóltinum, og kann røkja nógv pláss á vøllinum.

Vit fegnast um at hava fingið Gundur heim aftur, og ynskja honum hjartaliga tillukku við sáttmálanum, og vælafturkomnan til ÍF.

Myndina eigur valur.is.

Holgar Durhuus til ÍF

Í kvøld hevur Holgar Durhuus undirskrivað sáttmála við ÍF.

26 ára gamli vestmenningurin hevur fyri tað mesta spælt á álopskendu plássunum á vøllinum, og kann lýsast sum ein kvikur leikari við góðum tekniskum førleikum.

Seinasta árið hevur Holgar spælt við felagnum Kvik Halden, sum tryggjaði sær uppflyting í triðbestu deildina í Norra. Annars hevur Holgar altíð spælt í Føroyum, og hevur í 121 dystum í bestu deildini skorað 11 mál.

Fyriuttan eitt ár á Skála, hevur hann altíð spælt við barndómsfelagnum, 07 Vestur.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Holgari hjartaliga vælkomnum til felagið.

Nú verður bygt

Á býráðsfundi í kvøld hevur Fuglafjarðar kommuna samtykt
høvuðsarbeiðstakarasáttmála við Sp/f Heildarverk um bygging av nýggjum ítróttarhús.

Byggingin byrjar beinanvegin og vantast byggingin at taka 1 ár.

Ítróttarhúsið verður í 3 hæddum. 1. byggistig er at innloka alt húsið og innrætta niðastu hædd. Í niðastu hædd verða 4 umklæðingarrúm, dómararúm, goymlsurúm, onnur rúm og lift til hinar hæddirnar.