Mánakvøldið, 29. apríl, verður temakvøld í Fuglafirði, um at skipa fyri barnavenjingum í U6-U9 aldri. Tað er Christina Ravnsfjall, Grassroots samskipari, sum stendur fyri temadegnum.
Skráin er hendan:
17.00: Upplegg um at skipa fyri barnavenjing
17:45: Venjing við U7 hjá ÍF
18:45: Eftirmeting og samanumtøka
Liðugt í seinasta lagi kl. 20.00.
Øll áhugaði foreldur eru hjartaliga vælkomin.