Spenningur í Fløtugerði ÍF – TB


Dysturin millum TB og ÍF í dag gjørdist sera spennandi.
TB-liðið byrjaði nógv betur, spælarar teirra stríddust sum fyri lívinum, meðan fuglfirðingar einki løgdu í lívið og spældu sum best bar til.
Tó hevði ÍF-liðið rættiliga tíðliga fleiri málmøguleikar, tá ið spælarar stóðu frammanfyri einum einamøllum málmanni, men so eiðasørt, skotini fóru væl við síðuna av málinum.

TB fær fyrsta málið
TB-liðið fekk fyrsta málið í fyrra hálvleiki eftir ÍF- verjuvillu . Hálvleiksstøðan bleiv 1-0 til TB-liðið, ið var nógv tað grammara liðið, og høvdu suðuroyingar uppiborið sigurin.

ÍF-liðið ikki at kenna aftur.
Seinni hálvleikur bleiv nakað heilt annað, ÍF-spælararnir vóru ikki at kenna aftur, helst hava teir fingið av at vita frá venjarum sínum.
Allir sum ein stríddust væl, og ÍF-liðið átti seinna hálvleik við “rubb og stubb.”

ÍF skorar.
Nakað út í seinna hálvleik eydnaðist tað Jan Ellingsgaard at fáa fyrsta málið fyri ÍF og so varð javnleikur.
ÌF liðið gjørdi nakrar útskiftingar.
Vandamikli og royndi Dánjal á Lakjuni kom inn saman við Jóhan Petersen, báðir álopsspælarar, og tað gjørdi sanniliga mun.

Jóhan hevði ein branddyst.
Jóhan Petersen hevði ein stak góðan dag, var kvikur og spældi skilagott.
Hann megnaði at reka fram í høgru síðu og skjóta bóltin væl inn fyri, har Jan E. stóð og smekkaði bóltin í netið til 2-1 til ÍF.
Eitt frálíkt avvrik.

ÍF-liðið tekur yvir.
Álopini hjá ÍF á TB-málið skolaðu inn, og alt bendi á, at ÍF-liðið fór at fáa sín fyrsta sigur, men so bleiv ikki.
Ta einu ferðina TB var í álopi, bríkslaði dómarin fyri brotssparkið til TB, ið ÍF-spælararnir høvdu ilt við at skilja og góðtaka, men har var einki at gera, dømt varð dømt, og TB skroraði sítt næsta mál, so úrslitið gjørdist 2-2.
ÍF trýsti ta løtuna, ið eftir var, men uttan at faa sigursmálið.

Møta KÍ næstu ferð.
Næsti dystur verður móti KÍ í Fuglafirði og spælir ÍF-liðið, sum tað spældi seinna hálvleik í dag móti TB, so verður tað eingin lættur dystur hjá KÍ.

Møtið fjølment, stuðlið okkara liði !

Skriva hevur Signar á Brúnni