Nýtt ítróttarhús stóran týdning fyri Fuglafjørður

Vit hugsa okkum eitt nú at bjóða eldrarøktini fitnesshølini, sum verða í nýggja ítróttarhúsinum, til venjingar fyrrapart á degnum, sigur borgarstjórin

Nú skal nýtt ítróttarhús byggjast í Fuglafirði. Sáttmáli er undirskrivaður millum Fuglafjarðar kommunu og byggifyritøkuna, Heildarverk.
Tíðarætlanin fyri avtalaða partin av byggingini er sett til hin 1. apríl í 2020. Tað merkir, at niðasta hæddin í húsinum, sum annars verður í trimum hæddum, verður klár at taka í nýtslu og kemur at lúka øll krøv í samband við heimadystir hjá ÍF frá kappingarárinum 2020 at rokna.

Tvey byggistig
Samlaða byggiverkætlanin er í tveimum stigum, harav 1. byggistig fevnir um inniloking av øllum húsinum, eins og niðasta hæddin verður gjørd klár at taka í nýtslu um eitt ár.
Undirskrivaði arbeiðstakarasáttmálin er á stívliga 13,9 miljónir krónur, umframt partin hjá kommununi av meirvirðisgjaldinum á 6,25 prosent. Hetta svarar til stívliga 871,2 krónur – ella stívliga 14,8 miljónir krónur tilsamans.

Sokkulin stoyptur
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, sigur, at sokkulin er stoyptur, og hann væntar, at um ikki so langa tíð fer tað rættiliga at síggjast, at byggingin av nýggja ítróttarhúsinum er í gongd.
Tá gamla húsið varð rivið niður í 2017, varð alt jørðarbeiðið til nýggja húsið gjørt.

  • Vit gjørdu arbeiðið fram við vøllinum í 2013, soleiðis at økið stendur mát við galdandi reglur, og í 2014 løgdu vit nýtt graslíki á vøllin. Ljósini, sum eru við vøllin í dag, lúka ikki tey krøv, sum FSF og UEFA seta. So, nú verður eisini arbeitt við at fáa nýggj ljós til fótbóltsvøllin, sigur borgarstjórin.

Tey eldru til fitness
Sonni á Horni vísir á, at í miðhæddini í ítróttarhúsunum verður fitnessrúm, sum ætlanin er eisini skal kunna brúkast av almenninginum í kommununi.

  • Vit hugsa okkum eitt nú at bjóða eldrarøktini fitnesshølini til venjingar fyrrapart á degnum. Hesi hølini verða líka sum mitt í miðhæddini við góðum útsýni yvir fótbóltsvøllin.
    Borgarstjórin heldur fyri, at neyðugt verður ikki hjá fólki í Fuglafjarðar kommunu at rinda stórt gjald fyri at brúka fitnesshølini og tey avboð, sum har verða.
  • Tá hølini eru liðug, hava fólk í kommununi longu goldið húsið einaferð, og eg dugi ikki at síggja, hví vit skuldu lagt ov stór gjøld á fyri at brúka hølini, sum øll í kommununi eiga og tá hava goldið fyri, sigur hann.

Stóran týdning
Sonni á Horni sigur, at tá tann tíðin kemur, at fitnesshølini standa liðug, verður neyðugt at samskipa, hvussu hølini skulu brúkast, og nær hvør skal brúka tey.

  • Men, tað finna vit út av til ta tíð, leggur hann aftrat.
    Borgarstjórin ivast onga løtu í, at ítróttarhúsið kemur at fáa stóran týdning fyri trivnaðin í Fuglafirði.
  • Tey eru so mong, sum hava eitt hvørt við ítróttarfelagið at gera, og eg merki longu nú, at fólk eru ógvuliga spent upp á nýggja húsið í Fløtugerði, sigur Sonni á Horni.
  • Tey eru so mong, sum hava eitt hvørt við ítróttarfelagið at gera, og eg merki longu nú, at fólk eru ógvuliga spent upp á nýggja húsið í Fløtugerði, sigur borgarstjórin