Løgin dystur í Fløtugerði

Fuglfirðingar vistu, at í dag fóru teir at stríðast móti einum sera sterkum og stríðshugaðum KÍ-liði, og tí máttu ÍF- spælararnir spíla seg út, so teir fingu eitt sámuligt úrslit.
ÍF-liðið hevur havt tann stóra veikleika, at tað spælir væl helvtina av dystinum, meðan hin helvtin aloftast er vánalig.
Júst hetta hendi aftur í dag.

KÍ byrjaði nógv betur
KÍ- liðið byrjaði sum eitt óløgi, spældu hart og spælið var væl skipað, og teir vístu frá fyrsta bríksli, at hetta var eitt lið, ið varð trupult at stega í síni sigursgongd – og helst var hetta ein partur í taktiska spælinum.
Tað gingu ikki meira enn 4 minuttir, so fekk KÍ sítt fyrsta mál, ið var fult uppiborið.
Nakað seinni fingu teir næsta málið, ið ein fuglfirðingur var so óheppin at seta í egið mál.
Og nakað áðrenn hálvleik fekk KÍ sítt triðja mál, so fyrri hélvleikur endaði við einum 3-0 sigri til KÍ.
Mangir ÍF – fjepparar stúrdu fyri einum rættiligum skrædli, tí heimaliðið vísti snøgt sagt einki í fyrra hálvleiki.

So hendi tað aftur.
So skjótt seinni hálvleikur varð bríkslaður í gongd, sóu áskoðararnir eitt heilt annað ÍF – lið, ið spældi kvikan og skilagóðan fótbólt, ið KÍ -liðið hevði ilt við at steðga.
Og so brádliga eydnaðist tað Dánjal á Lakjuni at seta bóltin í málið til 3-1.
Fuglfirðingar fingu nú yvirvág í spæli, og nakað seinni eydnaðist tað Dánjal Paula Højgaard at seta bóltin í málið, so støðan gjørdist 3-2.
ÍF pressaði á fyri at fáa javnleik og fleiri ferðir var nær við, men tað var bara ov lítið.
Dysturin endaði við 3-2 til KÍ, og vit kunnu staðfesta, at KÍ átti fyrra hálvleik, og ÍF átti seinna hálvleik.

Uppgávan hjá Hegga og Ólavi er at finna greiðu á, hvat kann gerast, so at ÍF-liðið spælir væl allar teir 90 minuttirnar og ikki bert teir 45.

Góða eydnu. Vit stuðla okkara liði, bæði tá tað gongst væl, og tá tað gongst minni væl.

Skriva hevur Signar á Brúnni