Dysturin í gjár ÍF-HB

So vann HB endiliga á ÍF

Onkur visti at siga, at HB hevði ikki vunnið á ÍF fjúrtan teir seinastu dystirnar í Fuglafirði.
HB hevur í fleiri ár havt tað sera trupult at vinna á ÍF í Fløtugerði, men í dag eydnaðist tað so umsíðir.
Líkindini at spæla í dag vóru av teimum allarbestu, og sólin kagaði fram av og á. Dysturin endaði við 2-0 sigri til HB, ið var fult uppiborið.
Fyrri hálvleikur endaði við javnleiki 0-0.
HB hevði bóltin meira, men høvdu ilt við at skapa sær málkjansir.
ÍF hevði ikki teir nógvu málkjansirnar, men tann eini var heilt nær við, tá ið ungi spælarin Pól Jákup royndi seg við skoti, ið HB málmaðurin Teitur bjargaði meistarliga.
Seinna hálvleik var HB tað betra liðið, ið spældi skjótt og skilagott, og ÍF ararnir tóktust ikki at eiga ta nógvu orkuna eftir.
Nakað út í seinna hálvleik eydnaðist tað HB at fáa mál, og nakað seinni eydnaðist liðnum at fáa næsta málið, ið varð skotið í handara stólpan og so í málið – eitt sera vakurt mál.
HB er eitt vælleikandi lið, ið óivað fer at verða millum tey bestu liðini í bestu deildini í ár.
Liðið byrjaði ikki so væl í ár, men hevur ment seg nógv teir seinastu dystirnar.
ÍF liðið, sum spældi í næstbestu deildini í fjør, hevur havt eina laka byrjan í ár, tað er eins og lopið úr næstbestu deildini og upp í bestu deildina er ov langt, og liðið hevur ilt við at fáa ferðina upp, ið krevst í hesi deildini.
Men liðið spældi væl móti EB/Streymi á Eiði, TB liðnum í Fuglafirði og móti B36 í Havn, so tað er ikki at missa móti, men at herja á aftur við fullari ferð.
ÍF venjararnir, ið báðir eru kendir fyrrv. fótbóltsspælarar, seta stór krøv til spælararnar, ið teir skulu lúka – har er eingin slingur í valsinum, men tað tekur sína tíð, at fáa vend í – og hon kemur sum frálíður.
Í komandi viku spæla Víkingur og ÍF í Fuglafirði, og tað verður óivað ein spennandi dystur, tí vanliga hava nevndu lið javnar dystir í Fløtugerði.
Tað ræður um at hava gott mót, orku, stríðsvilja og spæla skilagott.
Hetta vænta vit at síggja næsta dyst.
Góða eydnu ÍF !

Skriva hevur Signar á Brúnni