Dystarfrásøgn ÍF-Víkingur

Missið ikki mótið ÍF spælararnir !

Ì sólskininum í Fløtugerði spældu ÍF og Víkingur.
Fitt av fólki varð møtt til dystin, og mangir ÍF-stuðlar væntaðu ein javnan og góðan dyst.
Orsøkin til bjartskygni mundi helst vera, at ÌF vann 2-0 á EB/Streymi á Eiði, meðan Víkingur spældi javnleik móti sami liði í Gøtu.
Men so bleiv ikki, Víkingur bukaði fuglfirðingar av við heilum 4-0 , ið var eyðmýkjandi fyri fuglfirðingar, ið ikki vilja enda aftur í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Hvad bagdi okkara liði í dag ?
Í fyrra hálvleiki spældi ÍF liðið nógv upp á langbóltar, ið sterka verjan hjá Víkingi vann hvørjaferð, og einki spurdist burturúr.
Víkingur spældi væl saman og høvdu yvirvág í spæli so at siga allan dystin.
Tað gekk ikki long tíð at fáa fyrsta málið, og nakað seinni vóru fuglfirðingar so óhepnir at gera sjálvmál. Víkingur fekk sítt triðja mál í fyrra hálvleiki, so hálvleiksstøðan bleiv 3-0, tá ið dómarin bríkslaði fyrra hálvleik lidnan at vera.
Nú sá tað dapurt út hjá fuglfirðingum, men í seinna hálvleiki ressaðust ÍF-ararnir, løgdu seg eftir at spæla vakran fótbólt, og so at siga eingir langbóltar vóru at síggja í seinna hálvleiki.
Fuglfirðingar skiftu nakað av fólki út. Ungir spælarar fingu kjansin, m.a. Pól Jákup og Gundur, og teir royndust væl og smæddust ikki burtur.
Víkingur framdi somuleiðis fleiri útskiftingar, har ungir spælarar sluppu at royna seg.
Seinna hálvleik vóru liðini javnari, Víkingur fekk bert tað eina málið og fuglfirðingar einki.
Tað er eingin løtt uppgáva at taka sær av einum liði, nakað eftir at kappingin er byrjað, men tað hava Kári og Hans Jørgen gjørt, tí er tað ein sera stór ábyrgd, teir hava tikið á seg.
Vónandi verða teir hepnari næsta dyst, enn dystin í dag.
Men mótið mugu vit ongantíð missa, hvørki spælarar og venjarar, men standa saman og fyrireika okkum væl og virðiliga til næsta dyst.

Skrivað hevur Signar á Brúnni