ÍF í hálvfinaluni í steypakappingini hjá dreingjum U15

Í gjárkvøldi var dystur um Cadburysteypið millum ÍF (b-bólkur) og HB (a-bólkur) okkara dreingir vunnu ein sannførandi sigur 6-0.

Málini skutu Runar Johnsson 2, Aron Kensson 2, Rogvi Matras og Jákup i Lambanum (brotsspark)

Mótstøðuliðið í hálvfinaluni verður KÍ.

Hálvfinalan verður 29/6