Måned: juni 2019

2 nýggir leikarar skrivað sáttmála

ÍF hevur leigað 2 leikarar úr Víkingi.

Talan er um Milan Svojic, ið kom til Víking í ár, har hann fekk 5 dystir í byrjanini av árinum.

Hin leikarin, ið er eisini er leigaður, er Hans Jákup Lervig, sum hevur spælt 27 dystir í bestu heimligu kappingi, 6 steypadystir og 4 altjóða dystir.

Vit ynskja teimum vælkomnar til ÍF og ynskja teimum góða eydnu 😊

Vit liggja nr. 1

Tað var eitt sindur av vindi, tá vit í dag tóku ímóti KÍ á heimavølli.
Tað var ikki nógv at skriva heim um í fyrra hálvleiki. Spæli bylgjaði aftur og fram, KÍ hevði eitt skot á stongina og vit høvdu onkur skot, sum málverjin hjá KÍ tó ikki hevði stórar trupulleikar av.

Í hálvleikinum framdu vit eina broyting. Hjørdis kom inn, og hetta skuldi vísa seg at gera mun.

Tað er ikki ov nógv sagt, at siga at vit høvdu alt spælið í seinna hálvleiki. Vit komu eisini framum eftir 67 minuttum. Hanna bleiv leys frammanfyri málmanninum, sum hálvbjargaði, og aftaná eitt sindur av trunkaspæli endaði bólturin hjá Hjørdis, sum setti hann í netið til 1-0.

Vit væntaðu nú eitt trýst frá KÍ, men hetta kom ongantíð ordiligt. Í staðin vóru tað vit, sum eftir 76 minuttum øktu um leiðsluna, tá Hjørdis við góðum langskoti knallaði bóltin í netið.
Tað sum eftir var av dystinum, hendi ikki nógv. Vit vardu dystin heim, og komu ongantíð undir nakað serligt trýst. 
Tað var stór gleði ímillum leikararnar og mongu áskoðarnar, sum vórðu møttir upp til dystin í dag, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð. Ein sigur til okkum, og vit liggja nú á fyrsta plássið💪🏼

Vit hava dyst aftur sunnudagin, tá vit fara á vitjan hjá B36 í Gundadali⚽️

Myndirnar eru lántar frá Eydbii myndir – http://www.eydbiimyndir.com

 

Toppdystur í morgin

Í morgin, 2. Hvítusunnudag, verður toppdystur hjá Betri kvinnum, har nr. 1 og 2, ávíkavist KÍ og ÍF/Víkingur/B68, møtast kl. 13.00 í Sarpugerði. Vinnur okkara lið, liggja vit nr. 1 í deildini💪🏼 Deiligt hevði verið at sæð nógv viðhaldsfólk stuðla og heppa á okkara lið 😃😃