Dystarfrásøgn B36-ÍF/Víkingur/B68

Ein sigur og 3 stig afturat á kontona

Vit fóru í dag til Gundadals eftir trimum stigum, soleidis at vit kundu varveita oddasessin og tað eydnaðist eisini.
Fyrri hálvleikur var nokkso javnur, har vit tó vóru mest á bóltinum. Eftir 14 minuttum fingu vit hol á, tá Jacoba spældi Jensu í høgru síðu. Jensa rak oman á baklinjuna og legði útfrá til Hannu, sum fluktaði bóltin í málið. Eitt mál júst eftir bókini. 1-0 til okkum og rómurin var stórur. Eftir at vit høvdu lagt okkum á odda, bleiv tað nokkso rótut og vit lovaðu B36 meira inn í dystin, har tær høvdu onkrar farligar deyðbóltsstøður. Eftir 32 minuttum endar Mona við bóltinum tá hon mitt fyri á 16 metur teiginum leggur bóltin útfrá til Jacobu, sum smekkar eitt flatt skot, við vinstra beini í vinstra horn. 2-0 til okkum og ein deilig kensla. Tað sum eftir er av dystinum er ikki so nógv at skriva heim um. Vit høvdu meira bóltin og skaptu stødur í opnum spælið, tó uttan at blíva heilt vandamiklar. Alt í alt ein dystur, har spælið frá okkara síðu var heldur rótut. Men vit fingu 3 stig heim við úr Gundadalið og tað er tað sum telur.

Næsti dystur verður longu mikudagin, tá vit í Steypakappingini taka ímóti HB kl. 19.00 í Sarpugerði.