Dystarfrásøgn ÍF-HB

ÍF avbukað av HB í Fløtugerði.

Fyri fáum árum síðani vóru dystirnir millum HB og ÍF í bestu deildini í Fløtugerði altíð spennandi. Nógvir áskoðarar vóru til dystirnar, og næstan hvønn einasta dyst vunnu fuglfirðingar og viðhvørt við nógvum málum.
Nú er vent í holini, ÌF-liðið hevur ilt við at klára seg í bestu deildini, meðan HB gjørdist føroyameistarar tað árið, ÍF-liðið spældi í næstbestu deildini og í dag spældi HB, sum tað sømir seg føroyameistarum, vakurt spæl, væl hugsað og vunnu næstan allar bóltarnar.
ÍF liðið vísti lítið og einki. So skjótt sum dysturin varð bríkslaður í gongd, setti HB seg á dystin.
Verjan hjá ÍF var sum ein opnahjallur, og tað funnu HB- ararnir skjótt útav, og tað gingu ikki meira enn sjey minuttir, so hevði HB fingið tvey mál.
ÍF-liðið, sum hevur vant dúgliga, vísti lítið og einki. Nógv mistøk vórðu gjørd, og tað gjørdi HB -liðið sær dælt av. Fimm ferðir eydnaðist tað HB at seta bóltin í málið hjá ÍF, meðan ÍF-liðið fekk bert tað eina málið, so úrslitið bleiv 5-1.
Eitt vónbrot fyri ÍF- viðhaldsfólk, sum hevði væntað at sæð eitt ÍF lið við meira orku – liðið, ið plagdi at smyrja HB av.
Hetta gjørdist eitt eyðmýkjandi ÍF tap og enn liggur okkara lið, saman við AB niðast á breddanum í kappingini í bestu deildini.
Nakað, sum fellur mongum ÍF- fjepparum fyri bróstið, eru tær mongu broytingar, ið verða gjørdar á liðnum til hvønn einasta dyst – spælarar verða fluttir í heilum, og nakað nýtt skal roynast. Vit eru komnir skjótt í helvt í kappingini, so vit kunnu ikki halda fram við “royndarprojektum.”
Næsti dysturin hjá ÍF verður móti EB/Streymi í Fuglafirði. Seinast vit møttu EB/Streymi var norðuri á Eiði, har okkara lið spældi ein avbera góðan dyst og sigraðu 3-1, ið var ruddiliga uppiborið.
Men EB/Streymur hevur so mangan vist, at teir kunna bíta frá sær, tá ið ástendur. Tað leikar nógv á hjá nevnda liði og so hjá okkara liði komandi sunnudag.
Vit ynskja okkara liði og okkara venjarum góða eydnu við næsta dystinum í Fløtugerði og heita á fuglfirðingar um at møta fjølmentir til dystin.

Skriva hevur Signar á Brúnni