Måned: august 2019

Gundur fingið landsliðboð

Gundur spældi ein sera góðan dyst í dag í móti NSÍ, men vit taptu eftir ein sera góðan innsats. Aftaná dystin fekk Gundur so tey gleðligu boðini, frá Jógvan Martini, at hann var úttikin til U19 landsliðið.

Herfrá ynskja vit honum til lukku og góða eydnu 😊

Venjaratoymið styrkt

ÍF hevur gjørt avtalu við Ólavur Larsen um at verða ein partur av venjarahópinum.
Ólavur er í ferð við at taka A-venjaraskeið og at vit fáa ein lokalan venjaran hevur eisini týdning fyri felagið.
Vit ynskja Ólavur vælafturkomnan og ynskja honum góða eydnu.

Høvuðsungdómsvenjarin longt sáttmálin

Í 2017 bleiv Jóan Pauli Jacobsen settur sum høvuðsungdónsvenjari við einum 2 ára sáttmála. Tann nógva orkan, ið Jóan Pauli hevur lagt í arbeiði, saman við øllum hinum venjarunum, hevur viðført millum annað, at fleiri leikarar eru blivnir úttiknir til landsliðið í ymiskum aldursbólkum.
Við tí góða arbeiðinum og samstarvinum, hava ÍF og Jóan Pauli avgjørt at longa sáttmálan við 3 árum.
Vit ynskja Jóan Pauli til lukku við nýggja sáttmálanum og góða eydnu við arbeiðinum