Høvuðsungdómsvenjarin longt sáttmálin

Í 2017 bleiv Jóan Pauli Jacobsen settur sum høvuðsungdónsvenjari við einum 2 ára sáttmála. Tann nógva orkan, ið Jóan Pauli hevur lagt í arbeiði, saman við øllum hinum venjarunum, hevur viðført millum annað, at fleiri leikarar eru blivnir úttiknir til landsliðið í ymiskum aldursbólkum.
Við tí góða arbeiðinum og samstarvinum, hava ÍF og Jóan Pauli avgjørt at longa sáttmálan við 3 árum.
Vit ynskja Jóan Pauli til lukku við nýggja sáttmálanum og góða eydnu við arbeiðinum