Jóhann J. Højbro er úttikin til U-16 landsliðið.
Í døgunum 12. til 21. oktober fer føroyska U16-landsliðið við dreingjum á eina heldur longri og øðrvísi ferð. Leiðin gongur til Bangladesj, har føroyska liðið skal taka lut í eini menningarkapping, sum UEFA skipar fyri.
Umframt Bangladesj og Føroyar, vera Maldivoyggjarnar og Kambodja eisini við í kappingini.
Herfrá ynskja vit Jóhann og øllum í ferðalagnum góða eydnu og góðan túr.