Måned: oktober 2019

Minningarorð um Sam Jacobsen

Sam sloppin heim.

Sam var 71 ár, nú hann legði árarnar inn. Hann var móður og troyttur av sjúku.
Sam var sonur Margretu og Sam Jacobsen í Fuglafirði. Hann var útbúgvin handverkari. Í heili 42 ár abeiddi hann sum arbeiðsformaður hjá Fuglafjarðar kommunu, ið hann røkti til lítar.
Sam var ein hóvligur og dámligur maður, ið hevði nógv áhugamál. Eitt av hesum var ítróttur.
Hann spældi í mong ár í bestu fótbóltsdeildini hjá ÌF, og tað er ikki ov nógv sagt, at sum fótbóltsspælari var hann ein úrmælingur.
Hann spældi sum framherji, og legði alstóran dent á at spæla vakran fótbólt og vildi hava alt liðið at gera tað sama. Men fáur megnaði at gera honum hetta eftir, men mangir høvdu hann sum fyrimynd og lærdu av honum.
Tónleiki hevði hann stóran áhuga fyri og væl lá fyri hjá honum at spæla. Hann spældi á gittar, bassgittar, fiól og klaver.
Hann spældi við orkestrinum Silly Boys, ið var eitt av frægu orkestrunum í 60- unum í Føroyum.
Seinastu áirini hevur hann sungið og spælt í manskórinum hjá Thabor – sang og tónleik kundi Sam ikki vera fyri uttan.
Jarðarferðin hjá Sam var vøkur og hátíðarlig, vakrir sálmar og prestur helt eina vakra prædiku.
Monica Staus og Heðin Kambsdal spældu ávikavist á fiól og orgul – yndisligur tónleikur og væl leiktur. Thaborkórið sang.
Ein vakur og hábærisligur máti at siga Sam farvæl.
Sam var familjukærur. Kona hansara Malan og Sam fingu tvær døtur og abba -og ommubørnini vóru seks í tali og eitt langaabba og langommubarn áttu tey eisini.
Sam var barngóður, eins og Malan, og løturnar saman við teimum smáu, dámdi honum, og tey hava fingið gott í beinið.
Sorgin nívir, fyrst av øllum tykkum, ið stóðu honum næst.Maluni , ið altíð stóð manni sínum við lið, ikki minst ta seinastu tíðina, Sam stríddist við sjúkuna, sum hann ikki megnaði at vinna á.
Hann, ið øllum valdar, styrkir tykkum í sorgini og orðini um at Sam er sloppin heim, eiga tit at hava í huga.
Við hesum fátæku orðum verður friður lýstur um minni um Sam Jacobsen.

Signar á Brúnni

U15 dreingirnir klárir til finalu

Eftir 8-0 sigur á AB i kvøld, so eru U15 dreingir klarir til “finalu” um at gerast nr. 1 i B-bolkinum. Finalan verður leygardagin 5. oktober kl. 18.30 á Svangaskarði imoti B68. Bæði lidini hava 25 stig fyri 11 dystir, men IF hevur +9 i málmuni.