Måned: november 2019

Neyðugt við eykaaðalfundi

Í gjár, hóskvøldið kl. 19.30, var aðalfundur í hølum felagsins.

Leif André Eliassen varð valdur til fundarstjóra og Magnus Jørmundsson varð valdur til skrivara.

Á skránni var kunning frá nevnd og nevndarval.

Av tí at ov fá vóru uppstillaði, var fundurin ikki viðtøkuførur. Nýtt nevndarval verður tískil seinni.

Lýst verður seinni nær eykaaðalfundurin verður.

– Nevndin

Kunnandi fundur og nevndarval

Hósdagin 28. november kl. 19.30 verður kunnandi fundur í bingjunum, omanfyri vøllin á Fløtugerði.

Á skránni er kunning frá nevnd og nevndarval.

Møguleiki verður at seta spurningar til nevndina.

Við vón um fjølmenta uppmøting.

– Nevndin

Filip Djordjevic til ÍF

Vit kunnu í dag kunngera, at Filip Djordjevic hevur undirskrivað ein 2-ára sáttmála við felagið.

Hóast sín unga aldur á 25 ár, hevur Filip longu í fleiri ár markerað seg í føroyskum fótbólti. Talið av dystum í bestu deildini er 214, og hann hevur skotið 33 mál higartil.

Filip hevur eisini roynt at vunnið meistaraheiti tvær ferðir, steypakappingina fýra ferðir og so hevur hann spælt heilar 21 dystir í evropeisku kappingunum; Champions- og Europa League.

Meira um Filip á FaroeSoccer | Transfermarkt.

Vit fegnast um at hava fingið Filip til felagið, og ynskja honum tillukku og hjartaliga vælkomnum.

Koyr á ÍF!

Palli, Ólavur og Trúgvi halda fram!

Betriliðið hjá monnum stendur við stórari avbjóðing fyri framman. Keðiligu úrslitini í ár skulu vaskast av, og í verki skal plássið í bestu deildini prógvast.

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru væl í gongd, og talan verður um kollveltandi broytingar, bæði í mentan og uppbygnaði av fyrstaliðnum. Eins og ætlanin er at styrkja liðið við leikarum, verður setupið kring liðið eisini styrkt og umstrukturerað. Arbeitt verður við fleiri loysnum, og tann fyrsta er nú komin uppá pláss.

Okkara fantastisku liðleiðarar hava játtað seg at halda fram í leiklutinum komandi kappingarár. Talan er um teir tríggjar, Palli Vang, Ólavur Ellingsgaard og Trúgvi Nesá. Hóast teir eru sera ymiskir, so hava teir heilt víst eitt til felags; og tað er treytaleysi kærleikin til felag okkara, ÍF.

Tað megnar arbeiðið, sum hesir gera fyri felagið, kann ikki rættvísgerast í orðum, eins og tað er ógjørligt at lista allar uppgávurnar hjá teimum her. Komandi kappingarár verða hesir eisini at síggja til venjingar, har teir m.a. fara at hava til uppgávu at fjálga um í nýggja ítróttarhúsinum, so øll áhugaði kunnu koma framvið til eitt gott kaffiprát.

Vit gleða okkkum til komandi kappingarár, og vóna at síggja nógvar ÍF’arar til góð kaffiprát.

Komandi tíðina verða bæði leikaraavdúkingar og aðrar spennandi broytingar at frætta.

Koyr á ÍF!

Ungur leikari leingir við barndómsfelagið

Rói Róin hevur í ár verið eitt av ljóspunktunum á Betri-liðnum hjá monnum. 18-ára gamli fuglfirðingurin spældi sín fyrsta dyst, tá hann varð skiftur inn móti HB í Gundadali í august. Hann hevur síðani meira regluliga fingið spælitíð, og tað bleiv í ár til 6 dystir – harav tveir frá byrjan.

Rói hevur spælt mest sum miðvallari, men á Betri-liðnum í ár hava vit sæð hann á høgra bakki.

Sáttmálin er undirskrivaður, og tað merkir at Rói verður ÍF’ari í 2020 og 2021.

Spennandi verður at fylgja útviklingini hjá evnaríka manninum komandi árini.

Vit vilja ynskja Róa tillukku við sáttmálanum.

Koyr á ÍF!

(myndina eigur Hjalmar Jóhan Juul / Juul’s foto)

Milos Budakovic til ÍF

Sterki serbiski málverjin hevur í dag undirskrivað sáttmála við ÍF.

28-ára gamli Milos Budakovic hevur seinastu tvey árini vart málið hjá suðuroyingum. Fyrst fyri TB/FCS/Royn í fjør og síðani TB í ár. Ferð eftir ferð hevur Milos víst sínar dygdir hesa tíðina, og vit eru eisini sera errin av at kunna almannakunngera skiftið.

Umframt at hava spælt í Føroyum, hevur Milos eisini spælt í Póllandi, Serbia og Bosnia-Herzegovina.

Meira um Milos á: FaroeSoccerTransfermarkt.

Vit vilja við hesum ynskja Milos hjartaliga vælkomnum til ÍF.

Koyr á ÍF!

Gundur úttikin til U-19 landsliðið

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum skal spæla EM-undankapping í Danmark. 
Sterk mótstøða bíðar føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, sum skal spæla EM-undankapping í Køge í Danmark. Undankappingin er í døgunum 13. til 20. november
Talan er um bólk 8, og umframt Føroyar og Danmark, eru Frakland og Finnland eisini í kappingini.