Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, hevur úttikið hópin, sum skal spæla EM-undankapping í Danmark.
Sterk mótstøða bíðar føroyska U19-landsliðnum við dreingjum, sum skal spæla EM-undankapping í Køge í Danmark. Undankappingin er í døgunum 13. til 20. november
Talan er um bólk 8, og umframt Føroyar og Danmark, eru Frakland og Finnland eisini í kappingini.
