Rói Róin hevur í ár verið eitt av ljóspunktunum á Betri-liðnum hjá monnum. 18-ára gamli fuglfirðingurin spældi sín fyrsta dyst, tá hann varð skiftur inn móti HB í Gundadali í august. Hann hevur síðani meira regluliga fingið spælitíð, og tað bleiv í ár til 6 dystir – harav tveir frá byrjan.
Rói hevur spælt mest sum miðvallari, men á Betri-liðnum í ár hava vit sæð hann á høgra bakki.
Sáttmálin er undirskrivaður, og tað merkir at Rói verður ÍF’ari í 2020 og 2021.
Spennandi verður at fylgja útviklingini hjá evnaríka manninum komandi árini.
Vit vilja ynskja Róa tillukku við sáttmálanum.
Koyr á ÍF!
(myndina eigur Hjalmar Jóhan Juul / Juul’s foto)