Palli, Ólavur og Trúgvi halda fram!

Betriliðið hjá monnum stendur við stórari avbjóðing fyri framman. Keðiligu úrslitini í ár skulu vaskast av, og í verki skal plássið í bestu deildini prógvast.

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru væl í gongd, og talan verður um kollveltandi broytingar, bæði í mentan og uppbygnaði av fyrstaliðnum. Eins og ætlanin er at styrkja liðið við leikarum, verður setupið kring liðið eisini styrkt og umstrukturerað. Arbeitt verður við fleiri loysnum, og tann fyrsta er nú komin uppá pláss.

Okkara fantastisku liðleiðarar hava játtað seg at halda fram í leiklutinum komandi kappingarár. Talan er um teir tríggjar, Palli Vang, Ólavur Ellingsgaard og Trúgvi Nesá. Hóast teir eru sera ymiskir, so hava teir heilt víst eitt til felags; og tað er treytaleysi kærleikin til felag okkara, ÍF.

Tað megnar arbeiðið, sum hesir gera fyri felagið, kann ikki rættvísgerast í orðum, eins og tað er ógjørligt at lista allar uppgávurnar hjá teimum her. Komandi kappingarár verða hesir eisini at síggja til venjingar, har teir m.a. fara at hava til uppgávu at fjálga um í nýggja ítróttarhúsinum, so øll áhugaði kunnu koma framvið til eitt gott kaffiprát.

Vit gleða okkkum til komandi kappingarár, og vóna at síggja nógvar ÍF’arar til góð kaffiprát.

Komandi tíðina verða bæði leikaraavdúkingar og aðrar spennandi broytingar at frætta.

Koyr á ÍF!