Måned: december 2019

Jóla- og nýttársheilsan

 

Góðu tit í nevndini, ungdómsnevndini, leikarar, venjarar, stuðlar, fjepparar, hjálparfólk, og ALLIR ÍFarar.

Eg vil ynskja tykkum og tykkara kæru, eini gleðilig og friðsæl jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Nú árið er fari at halla og vit siga 2019 farvæl, vil eg nýta høvi, at takka tykkum fyri alt tað sjálvbodna arb. ið tit so trúføst veita ÍF. Uttan tykkum var einki felag.

Við Ítróttarkvøðu

Dan Petersen

Gundur eisini í 2020

Vit kunnu í kvøld boða frá, at ein av okkara egnu hevur valt at leingja um sáttmálan við felagið.

Talan er um Gundur Ellingsgaard Petersen, sum í ár spældi 20 dystir og skjeyt trý mál fyri besta liðið hjá okkum.

18-ára gamli fuglfirðingurin kann spæla á nógvum plássum. Hann hevur í ár spælt sum áleypari, vongur og sentralur miðvallari.

Eisini hevur Gundur verið partur av føroyska U-19 landsliðnum, sum hevur luttikið í altjóða kappingum.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Gundur hjartaliga tillukku við sáttmálanum.

Koyr á ÍF!

(myndina eigur Hjalmar Jóhan Juul – Juul’s Foto)