Gundur eisini í 2020

Vit kunnu í kvøld boða frá, at ein av okkara egnu hevur valt at leingja um sáttmálan við felagið.

Talan er um Gundur Ellingsgaard Petersen, sum í ár spældi 20 dystir og skjeyt trý mál fyri besta liðið hjá okkum.

18-ára gamli fuglfirðingurin kann spæla á nógvum plássum. Hann hevur í ár spælt sum áleypari, vongur og sentralur miðvallari.

Eisini hevur Gundur verið partur av føroyska U-19 landsliðnum, sum hevur luttikið í altjóða kappingum.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Gundur hjartaliga tillukku við sáttmálanum.

Koyr á ÍF!

(myndina eigur Hjalmar Jóhan Juul – Juul’s Foto)