Måned: januar 2020

Nenad Saric kemur heim

Í dag er avtala gjørd við Nenad Saric, um at venja 2. lið okkara og U21.

Undirskrivaði sáttmálin er galdandi fyri 2020 og 2021. Sáttmálatíðarskeiðið er tað sama sum hjá okkara høvuðsvenjarum, Hans Jørgen Djurhuus og Ólavi Larsen, og er ætlanin at hesir tríggir koma at arbeiða í tøttum samstarvi. Felagið ynskir at arbeiða langsiktað, og vónar við 2-ára sáttmálunum, at venjararnir sleppa at arbeiða undir støðugum umstøðum.

Nenad kom til Føroyar í 2006 fyri at spæla fótbólt í Fuglafirði – fram til 2016 spældi hann heili 252 dystir og skjeyt 47 mál fyri besta lið okkara. Seinastu trý árini hevur hann verið venjari á Skála.

Vit fegnast um at Nenad kemur ”heim”, og ynskja honum hjartaliga vælafturkomnum.

Koyr á ÍF!

Jóhan eisini í 2020

Vit kunnu í dag bera tíðindi um, at ein av okkara egnu hevur undirskrivað sáttmála fyri 2020.

Talan er um Jóhan Petersen úr Fuglafirði.

Jóhan er 21 ár, og fekk so at siga sítt gjøgnumbrot í fjør, tá hann var eyðsæddur í fleiri dystum.

Framrættaði leikarin hevur bara umboðað ÍF, og hevur spælt 62 dystir og skotið 6 mál fyri besta lið okkara.

Vit fegnast um at Jóhan hevur undirskrivað, og ynskja honum tillukku og alt tað besta í kappingarárinum fyri framman.

Koyr á ÍF!

Málmansvenjari undirskrivað

Pauli Jarnskor fer at venja okkara málmenn í 2020.

1-ára sáttmáli er skrivaður millum Paula og ÍF.

Flest kenna Paula sum stríðsmann á miðvøllinum hjá GÍ tey góðu árini í 80’unum og 90’unum.

Vit hava fyrr havt gleði av Paula í Fuglafirði. Hetta var tá hann var leikandi venjari í 2001 og 2002.

Eftir at Pauli gavst at spæla fótbólt, hevur hann tikið sær av at venja málmenninar hjá GÍ og Víkingi í fleiri umførum.

Vit ynskja Paula hjartaliga vælafturkomnum til felagið, og ynskja honum og liðnum alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Nevndin mannað og skipað

Frá vinstru: Magnus Jørmundsson (peningarøkil), Katrin Madsen (nevndarlimur), Georges Rouah (formaður), Leif Andre Eliasen (Næstformaður) og Jóhan S. Ellingsgaard (skrivari).

Í kvøld var eykaaðalfundur, har nýggj nevnd varð vald. Niðanfyri er brot úr fundarfrásøgnini.

Skrá: Val av fundarstjóra, Val av skrivara, Nevndarval og Ymiskt.

Staðfest varð, at fundurin var lógliga lýstur. Fundarskráin varð lisin upp. Dan Petersen hevði orðið og skeyt Leif Andre Eliasen upp sum fundarstjóra. Leif Andre skeyt Jóan Paula upp sum skrivara.

Formaðurin, Dan Petersen, varaformaðurin, Birgar Larsen, skrivarin, Linda Joensen og nevndarlimurin, Kristine Ellingsgaard, gingu øll út og tóku ikki við afturvali.

Tiltakslimirnir, Katrin Madsen og Georges Rouah, tóku við vali at fara upp í nevndina. Leif Andre Eliasen og Jóhan Ellingsgaard tóku við vali at koma í nevndina. Karl Leiti tók við vali at gerast tiltakslimur. Øll hava játtað seg til tvey ár. Sostatt er tað bert Magnus Jørmundsson, sum stendur fyri vali.

Í ungdómsnevndini gingu Mouritz Mohr og Torstein Joensen út. Hvørgin tók við afturvali.

Palma Tausen skotin upp til ungdómsnevndina og tók við vali

Ungdómsnevndin fekk heimild til 1. februar at finna ein triðja lim. Verður 3. limurin ikki funnin tá, so skal hann finnast til roknskaparfundin í februar.

Høvuðsnevndin skipaði seg á fundinum og soleiðis varð nevndin mannað:

  • Nýggjur formaður: Georges Rouah
  • Nýggjur næstformaður: Leif Andre Eliasen
  • Peningarøkil: Magnus Jørmundsson
  • Nýggjur skrivari: Jóhan Ellingsgaard
  • Nýggjur nevndarlimur: Katrin Madsen

Undir ymiskt fekk fráfarandi formaður, Dan Petersen, blómutyssi handað.

Fundurin varð skjótt og væl avgreiddur.

Á myndini handar nýggi formaðurin hjá ÍF, Georges Rouah (t.h.), fráfarandi formanninum, Dan Petersen (t.v.), blómutyssi.

Eykaaðalfundur í morgin

Kallað verður inn til eykaaðalfund í annaðkvøld, fríggjakvøldið 10. januar, kl. 19.30. Fundurin verður hildin í bingjunum omanfyri vøllin í Fløtugerði.

Skrá:

Val av fundarstjóra

Val av skrivara

Nevndarval

Ymiskt

– Nevndin

Áleypari til ÍF

Vit kunnu í dag boða frá, at sáttmáli er undirskrivaður við serbiskan áleypara.

Leitað hevur verið leingi og væl eftir tí rætta áleyparanum, og nú meta vit at hava funnið leikaran við teimum eginleikunum vit hava tørv á.

Talan er um 31-ára gamla Uros Stojanov, ið er 1,90m høgur, og er sera væl fyri bæði tekniskt og fysiskt.

Uros kemur til Fuglafjarðar í næstu viku, eftir eitt uppihald í Teilandi, har hann gjørdist toppskjútti í deildini í 2019.

Høgi áleyparin hevur spælt í bestu og næstbestu deildunum í m.a. Serbia, Montenegro, Bosnia og Cypern – eisini hevur hann spælt nakrar dystir í triðbestu griksku deildini.

Vit fegnast um at hava fingið Uros til felagið, og ynskja honum hjartaliga vælkomnum.

Koyr á ÍF!

Verjukempa til ÍF

Jens Joensen hevur í dag undirskrivað sáttmála við ÍF, sum er galdandi fyri kappingarárið 2020.

30-ára gamli verjuskansin úr Runavík hevur frá 2008 til 2018 spælt 214 dystir og skotið 13 mál í Betrideildini fyri NSÍ.

Jens var við til at vinna løgmanssteypið við NSÍ í 2017, og í 2018 varð hann valdur til ársins leikara í felagnum.

Vit vilja við hesum ynskja Jens hjartaliga vælkomnum til felagið, og ynskja honum og liðnum alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Dánjal á Lakjuni við aftur

Í dag hevur 29-ára gamli fuglfirðingurin sett sína undirskrift á sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2020.

Dánjal valdi farna kappingarár at taka ein steðg frá fótbóltinum. Til gleði fyri nógvar fuglfirðingar hevur lokali leikarin valt at taka gaggurnar av hyllini aftur, og er klárur at taka arbeiðshandskarnar á fyri ÍF.

Vongspælarin hevur nærum bara spælt við ÍF á síni fótbóltsleið. Hann fór sum 16-ára gamal út til Leirvíkar at spæla við LÍF í seinnu hálvu av 2007. Síðani var Dánjal knýttur at íslendska felagnum, Leiknir, í fyrru hálvu av 2013.

Í sínum 261 dystum fyri ÍF, hevur Dánjal skotið og lagt upp til ávíkavist 52 og 41 mál.

Dánjal skal undir skurð í komandi viku, og verður tí ikki at síggja á vøllinum fyrr enn í februar.

Vit fegnast um at hava Dánjal við aftur, og ynskja honum og liðnum alt tað besta.

Koyr á ÍF!

Fyrireikingarnar til 2020 væl ávegis

Sjokkúrslitið í fjør hevur rakt okkum ÍF-arar meint á stoltleikan. Eingin umbering kann brúkast fyri vánaligu úrtøkuna, og tað einasta vit kunnu gera, er at mótprógva gongdina á vøllinum í komandi kappingarári. At koma afturíaftur krevur tó hart arbeiði – tað er so einki at ivast í.

Arbeiðshandskarnir vóru tiknir á aftur longu tvær vikur eftir síðsta dyst í fjør. Fyrireikingarnar til kappingarárið 2020 vóru harvið skotnar í gongd. Í november og desember hevur serligur dentur verið lagdur á skaðafyribyrgjandi venjingar, eins og tað hevur verið lagt nógv eftir at fáa grundformin uppá pláss hjá leikarunum. Venjingarnar hava verið fram til stutt undan jól, tá endað var við eini innandurakapping í høllini á Kambsdali. Vinnandi liðið av kappingini er at síggja á myndini niðanfyri.

Tað hevur gingið sera væl við venjingunum í vetur, og huglagið í hópinum hevur verið sera gott. Greitt er, at tað eru svangir og spentir leikarar, sum skjótast ynskja at vaska farna kappingarár av sær. Kappingarárið nærkast, og tað verður byrja við at venja fótbólt aftur nú mánadagin (6. januar), og fyrsti venjingardystur verður longu leygardagin 11. januar. Hesin verður í Fuglafirði móti verandi føroyameistaranum, KÍ.

Liðið fer í februar á venjingarlegu í Turkalandi. Venjingarlegan er løgd beint áðrenn kappingarbyrjan, so tað síðsta kann fáast uppá pláss, áðrenn fyrsta landskappingardyst. Venjingarlegan er nakað sum venjarar og leikarar í felag hava tikið stig til. Eitt nú skipaði liðið fyri dansi í Mentanarhúsinum 2. jólakvøld. Eitt tiltak sum eydnaðist sera væl.

Hetta var ein stutt frágreiðing av fyrireikingunum higartil, og vit vilja við hesum ynskja øllum ÍF’arum eitt gott nýggjár!

Vit síggjast á plenuni í 2020!