Fyrireikingarnar til 2020 væl ávegis

Sjokkúrslitið í fjør hevur rakt okkum ÍF-arar meint á stoltleikan. Eingin umbering kann brúkast fyri vánaligu úrtøkuna, og tað einasta vit kunnu gera, er at mótprógva gongdina á vøllinum í komandi kappingarári. At koma afturíaftur krevur tó hart arbeiði – tað er so einki at ivast í.

Arbeiðshandskarnir vóru tiknir á aftur longu tvær vikur eftir síðsta dyst í fjør. Fyrireikingarnar til kappingarárið 2020 vóru harvið skotnar í gongd. Í november og desember hevur serligur dentur verið lagdur á skaðafyribyrgjandi venjingar, eins og tað hevur verið lagt nógv eftir at fáa grundformin uppá pláss hjá leikarunum. Venjingarnar hava verið fram til stutt undan jól, tá endað var við eini innandurakapping í høllini á Kambsdali. Vinnandi liðið av kappingini er at síggja á myndini niðanfyri.

Tað hevur gingið sera væl við venjingunum í vetur, og huglagið í hópinum hevur verið sera gott. Greitt er, at tað eru svangir og spentir leikarar, sum skjótast ynskja at vaska farna kappingarár av sær. Kappingarárið nærkast, og tað verður byrja við at venja fótbólt aftur nú mánadagin (6. januar), og fyrsti venjingardystur verður longu leygardagin 11. januar. Hesin verður í Fuglafirði móti verandi føroyameistaranum, KÍ.

Liðið fer í februar á venjingarlegu í Turkalandi. Venjingarlegan er løgd beint áðrenn kappingarbyrjan, so tað síðsta kann fáast uppá pláss, áðrenn fyrsta landskappingardyst. Venjingarlegan er nakað sum venjarar og leikarar í felag hava tikið stig til. Eitt nú skipaði liðið fyri dansi í Mentanarhúsinum 2. jólakvøld. Eitt tiltak sum eydnaðist sera væl.

Hetta var ein stutt frágreiðing av fyrireikingunum higartil, og vit vilja við hesum ynskja øllum ÍF’arum eitt gott nýggjár!

Vit síggjast á plenuni í 2020!