Dánjal á Lakjuni við aftur

Í dag hevur 29-ára gamli fuglfirðingurin sett sína undirskrift á sáttmála, sum er galdandi fyri kappingarárið 2020.

Dánjal valdi farna kappingarár at taka ein steðg frá fótbóltinum. Til gleði fyri nógvar fuglfirðingar hevur lokali leikarin valt at taka gaggurnar av hyllini aftur, og er klárur at taka arbeiðshandskarnar á fyri ÍF.

Vongspælarin hevur nærum bara spælt við ÍF á síni fótbóltsleið. Hann fór sum 16-ára gamal út til Leirvíkar at spæla við LÍF í seinnu hálvu av 2007. Síðani var Dánjal knýttur at íslendska felagnum, Leiknir, í fyrru hálvu av 2013.

Í sínum 261 dystum fyri ÍF, hevur Dánjal skotið og lagt upp til ávíkavist 52 og 41 mál.

Dánjal skal undir skurð í komandi viku, og verður tí ikki at síggja á vøllinum fyrr enn í februar.

Vit fegnast um at hava Dánjal við aftur, og ynskja honum og liðnum alt tað besta.

Koyr á ÍF!