Måned: februar 2020

Aðalfundurin settur

Á aðalfundinum herfyri bleiv kunnað um, at vit fóru at kalla til roknskaparaðalfund innan alt ov langa tíð. Hesin fundurin er nú settur.

Mánadagin 2. mars klokkan 19:30 verður aðalfundurin hildin í Turkihúsinum í Fuglafirði.

Skrá:
Val av fundarstjóra
Val av skrivara
Val av ungdómsnevnd
Formansfrágreiðingin
Roknskapurin verður lagdur fram
Innkomin uppskot frá nevnd
Onnur innkomin uppskot
Ymiskt

Møtið fjølment

Nevndin

Hákun Edmundsson til ÍF

Í dag hevur Hákun Edmundsson undirskrivað sáttmála við ÍF. Sáttmálin er galdandi fyri 2020.

Hákun er 23 ár og er ættaður av Toftum. Hann spælir fyri tað mesta á sentrala miðvøllinum, og var í síni tíð liðskipari á U21 landsliðnum.

Hóast sín unga aldur hevur Hákun longu roynt eitt sindur av hvørjum. Umframt at hava spælt fyri barndómsfelagið, B68, hevur hann spælt fyri NSÍ og Skála. Eisini hevur Hákun roynt seg í næstbestu donsku deildini, tá hann spældi við Vendsyssel í 2017.

Evnini hjá Hákuni hava altíð verið eyðsæð, og kunnu vit í Fuglafirði nú gleðast um, at hann framyvir verður partur av okkara liði.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Hákuni tillukku og hjartaliga vælkomnum til felagið.

Koyr á ÍF!

Sjúrður Pauli Nielsen til ÍF

Sjúrður Pauli Nielsen, sum er sáttmálabundin við barndómsfelagið, NSÍ, hevur í kvøld undirskrivað ein 1-ára leigusáttmála við ÍF.

Umframt at hava spælt 3 dystir í Betrideildini fyri NSÍ, hevur 19-ára gamli leikarin úr Runavík umboðað føroysku U17 og U19 landsliðini í heili 31 dystum tilsamans.

Á vøllinum er Sjúrður Pauli oftast at síggja í verjuketuni, hóast hann onkuntíð hevur roynt seg eitt sindur longur frammi á vøllinum.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Sjúrður Paula tillukku og hjartaliga vælkomnum til felagið.

Koyr á ÍF!