Hákun Edmundsson til ÍF

Í dag hevur Hákun Edmundsson undirskrivað sáttmála við ÍF. Sáttmálin er galdandi fyri 2020.

Hákun er 23 ár og er ættaður av Toftum. Hann spælir fyri tað mesta á sentrala miðvøllinum, og var í síni tíð liðskipari á U21 landsliðnum.

Hóast sín unga aldur hevur Hákun longu roynt eitt sindur av hvørjum. Umframt at hava spælt fyri barndómsfelagið, B68, hevur hann spælt fyri NSÍ og Skála. Eisini hevur Hákun roynt seg í næstbestu donsku deildini, tá hann spældi við Vendsyssel í 2017.

Evnini hjá Hákuni hava altíð verið eyðsæð, og kunnu vit í Fuglafirði nú gleðast um, at hann framyvir verður partur av okkara liði.

Vit í ÍF fegnast um avtaluna, og ynskja Hákuni tillukku og hjartaliga vælkomnum til felagið.

Koyr á ÍF!